Home BETRI Vetrarkappingin Vetrarkappingin byrjar 8. november Runt Agnið

Vetrarkappingin byrjar 8. november Runt Agnið

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 8. november byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. FÍF hevur høvuðsstuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar, og harav navnið á kappingini.

Fyrsta umfar verður í sambandi við siðbundnu renningina “Runt Agnið”, sum verður skotin í gongd kl. 11.00 við Tofta Skúla, og verður tað Roysnið, sum skipar fyri. Hetta fyrsta umfar av TF-Vetrarkappingini 2014/15, og í FÍF vóna vit, at rennararnir aftur í ár møta fjølmentir til kappingarnar, sum aftur hendan veturin verða átta í tali. Fyri at gjøgnumføra Vetrarkappingina, skulu fimm av teimum átta umførunum rennast, men øll eru sjálvandi vælkomin at renna tey umførini tey hava hug til.

Liðkappingin, sum fekk sera góða undirtøku seinasta vetur, verður endurtikin eftir sama leisti. Einasta broyting er, at nú kunnu feløg hava óavmarkað tal av liðum.

Reglurnar fyri TF-Vetrarkappingina eru at finna undir REGLUR  omanfyri.

Vit eru øll blivin eitt ár eldri enn seinasta vetur, og kvinnur superveteranar hava nú fingið sín egna bólk, so nýggja bólkabýtið sær nú soleiðis út:

  • Kvinnur og menn opin bólkur (f. – 1998)
  • Kvinnur og menn veteranar (f. 1960 – 1969)
  • Kvinnur og menn superveteranar (f. – 1959)
  • Kvinnu- og mansunglingar (f. 1994 – 1998)
  • Gentur og dreingir (f. 1999 – 2003)

Allir bólkar uttan gentur og dreingir renna Runt Agnið, sum er 10,3 km. Frá Tofta Skúla og út eftir. Runnið verður niðan á Agnið, til Runavíkar og út aftur á Toftir, har málið er á vegnum oman til Tofta kei. Genturnar og dreingirnir renna 5 kilometrar. Tey byrja yviri á Mýrunum, nær við vegin oman til Toftavatn og halda somu leið á mál á Tofta kei. Øll byrja samstundis at renna – kl. 11.00.

startur agnið 2013
Metstóra feltið frá startinum í fjør

Tilmelding fer fram á heimasíðuni her innan kl. 22.00 fríggjakvøldið 7. november ella í seinasta lagi ein hálvan tíma undan startinum. Startnummur skulu avheintast og gjaldast við Tofta Skúla frá umleið 10.00.  Kostnaðurin er sum vanligt 50 kr. Gentur og dreingir gjalda 20 kr.

Vit brúka skiftirúmini í Tofta Skúla, og sleppa eisini í bað har aftaná.

Eftir renningina bjóðar Roysnið til hugnaløtu við kaffi, køku og heiðursmerkjahandan. Øll fáa kaffi og køku, men bert trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Lesið annars meira um Vetrarkappingina í aðrari grein sum kemur á síðuni.

Síggjast á Toftum :)

0 comment
0

Related Articles