Í dag rann Marna Egholm, Bragdið, sína fyrstu TF-Vetrarkapping, og her fekk hon veruliga víst sína stóru styrki. Leingi fylgdi hon væl við teimum fremstu monnunum, men niðan afur av Glyvursnesi varð harði mótvindurin óndur við lætta stórrennaran, og hon misti nakað í mun til mennirnar. Men kvinnukappingina vann hon í stórum stíli, væl framman fyri nærmastu kappingarneytar.
Næsta kvinna á mál var vinnarin frá seinast, Rigmor N. Arge úr Hvirluni. Og henni á baki komu fýra bláar blásandi. Fyrst Beinta Hoydal Joensen, so Duruta R. á Lofti og síðan Ann Thomsen. Við hesum úrsliti fara Bragdakvinnur at taka nakað aftur í liðkappingini, sum tær mistu í Kerjarenningini. Meira um støðurnar í TF-Vetrarkappingini seinni í vikuni.
Hjá monnunum fekk Sam Vang úr Bragdinum víst, hvar skápið skal standa. Hóast hann ikki legði so hart út, var hann saman við Henry Olsen fyrstur út á Glyvursnes at venda. Hálva leið heim á Hamaran aftur segði Sam farvæl og takk við Henry og hinar, og sigurin hjá honum kom ongantíð í vanda.
Í 1. umfari av TF-Vetrarkappingini vóru tað Bragdarmenn, sum vístu styrki, og ilt var at síggja, hvussu eitt nú Treysti skuldi hava nakran møguleika í liðkappingini. Bragdið legði seg á oddda við tveimum liðum ovast. Men longu nú er nógv hent. Ungu Treystarennararnir hava ment seg heilt nógv uppá fáar vikur. Fyrst var tað Jan Elmar Sørensen, sum bleiv nummar 2 og var nær við at vinna Kerjarenningina, og nú kom so 16 ára gamli Julian Gregersen og blandaði seg millum teir allarfremstu, og endaði á triðjaplássi í spurtkapping við Jan Elmar.
Tað sær sostatt út til at liðkappingin kortini kann fara at blíva rættiliga spennandi í vetur. Opna kappingin er eisini meira spennandi enn nakrantíð fyrr, og sjáldan hevur skula so nógv til bara fyri at klóra seg í topp-10-listan.
Í dag eydnaðist Rúna Skarðhamar úr Roysninum at vinna 3,3 km teinum hjá dreingjunum. Harðastu kappingina fekk hann frá Gunnari Sivertsen úr Treysti, meðan vinnarin frá seinast, Niklas Kruse úr Bragdinum, hesa ferð tók til takkar við bronsuna. Oddvør Josephsen, Treysti endurtók sigurin frá Kerjum. Elin Kristina Ryan, Treysti var nummar tvey og Unna Ró Jacobsen, Bragdið, kom fyri fyrstu ferð í vetur upp á pallin eftir sítt triðjapláss.
Í dag kom eingin veteranur á sigurspallin í opna bólkinum hjá monnunum, og tað er bert at fegnast um. Nærmastur var Hallur Holm, Bragdið, sum við sínum fjórðaplássi vann veteranbólkin. Eisini Henry Olsen úr Bragdinum lá leingi framvið millum teir fremstu, men mátti taka til takkar við 5. plásssið, sum tó røkk til silvur hjá veteranunum. Bronsuna vann Guttorm Sørensen, sum bleiv nummar 10 í opna bólkinum.
Hjá kvinnuveteranunum vann Rigmor N. Arge, Hvirlan, triðja sigurin á rað. Duruta R. á Lofti úr Bragdinum tók silvur frammanfyri liðfelagan Ann Thomsen. Superveterannarnir hjá kvinnum komu í hesi røð: 1. Sunneva Herup Olsen, 2. Jessie Hansen og 3. Jóngerð Høgnesen, allar úr Bragdinum.
Enn sum áður er tað superveteranurin Jens R. Weihe úr Frælsi, sum kemur fyrstur á mál. Í dag vann hann greiðan sigur á Bragdarrennarunum Jósvein Herup Olsen og Kára Simonsen, báðir úr Bragdinum.
Nú er so friður av TF-Vetrarkappingini restina av árinum, men vit gleða okkum almikið til TF-VK 4, sum verður í Sørvági, har Frælsi verður vertur tann 17. januar.
Inntil tá mugu vit taka til takkar við kirkjurenningar, nissurenningar, jólatræsrenningar, nýggjárshálvmaraton og annars dagligu venjingina. Og so er tað eisini rennitiltak á Eiði í morgin, har møtt verður klokkan 9.30 við ítróttarhøllina.
Myndirnar hava Tórvør Ø. og Einar Vang tikið.
Úrslit TF VK-3 á Argjum 6. dec. 2014 kl. 11.00 | |||||
Dreingir (1999-2003) – ca. 3,3 km | |||||
1 | 12.45 | Rúni | Skarðhamar | 1999 | Roysnið |
2 | 13.02 | Gunnar Eihilt | Sivertsen | 1999 | Treysti |
3 | 13.22 | Niklas | Kruse | 1999 | Bragdið |
4 | 14.07 | Steintór | Egholm | 2000 | Bragdið |
5 | 14.20 | Hans Erland | Thomsen | 2003 | Bragdið |
6 | 14.55 | Ingi | Johannesen | 2002 | Roysnið |
7 | 15.40 | Hugin | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
8 | 16.24 | Hans Eihilt | Sivertsen | 2001 | Treysti |
– | |||||
Gentir (1999-2003) – ca. 3,3 km | |||||
1 | 14.54 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
2 | 16.11 | Elin Kristina | Ryan | 2000 | Treysti |
3 | 16.24 | Unna Ró | Jacobsen | 2002 | Bragdið |
4 | 16.36 | Ruth | Gregersen | 2001 | Treysti |
5 | 27.23 | Alma Maria | Skála | 2006 | |
6 | 27.23 | Glóa Reginsdóttir á | Lofti | 2007 | Bragdið |
– | |||||
Mansunglingar (1994-1998) – ca. 8,9 km | |||||
1 | 34.12 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
2 | 35.02 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
3 | 35.35 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
4 | 39.13 | Rógvi | Johansen | 1997 | Bragdið |
5 | 39.59 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
6 | 43.09 | Levi | Jøkladal | 1997 | Roysnið |
– | |||||
Kvinnur opin bólkur (-1998) – ca. 8,9 km | |||||
1 | 35.04 | Marna L. V. | Egholm | 1981 | Bragdið |
2 | 40.51 | Rigmor Napoleonsdóttir | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 41.36 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
4 | 42.06 | Duruta Reginsdóttir á | Lofti | 1969 | Bragdið |
5 | 42.33 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
6 | 43.28 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
7 | 44.02 | Ann-Mari | av Skarði | 1974 | Bragdið |
8 | 45.22 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
9 | 46.30 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
10 | 47.47 | Ingun | Sørensen | 1971 | Treysti |
11 | 48.22 | Birna | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
12 | 49.07 | Elin | Holm | 1969 | Bragdið |
13 | 49.47 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
14 | 49.47 | Julianna | Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
15 | 50.46 | Laila | Jacobsen | 1962 | Frælsi |
16 | 51.42 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
17 | 52.51 | Elin | Í Haraldsstovu | 1961 | Bragdið |
18 | 53.00 | Anna Sofía | Eysturoy | 1963 | Bragdið |
19 | 53.46 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
20 | 53.54 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
21 | 54.07 | Heidi | Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
22 | 54.26 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
23 | 55.36 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
24 | 55.49 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
25 | 56.24 | Olga | Johannesen | 1967 | Roysnið |
26 | 56.59 | Maria | Biskopstø | 1965 | Bragdið |
27 | 57.08 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
28 | 58.55 | Kára | Samuelsen | 1965 | Bragdið |
– | |||||
Menn opin bólkur (-1998) – ca. 8,9 km | |||||
1 | 33.44 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
2 | 34.12 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
3 | 34.12 | Julian | Gregersen | 1998 | Treysti |
4 | 34.21 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
5 | 34.43 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
6 | 35.02 | Rúni | Seloy | 1994 | Bragdið |
7 | 35.35 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
8 | 35.41 | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
9 | 36.14 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
10 | 37.15 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
11 | 37.43 | Regin | THOMSEN | 1976 | Roysnið |
12 | 37.56 | Regin Áki | Hansen | 1970 | Bragdið |
13 | 38.10 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
14 | 38.13 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
15 | 38.20 | Regin Mitún | Petersen | 1979 | Bragdið |
16 | 38.34 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
17 | 39.06 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið |
18 | 39.13 | Rógvi | Johansen | 1997 | Bragdið |
19 | 39.27 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
20 | 39.33 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
21 | 39.38 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
22 | 39.59 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
23 | 40.09 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
24 | 40.15 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
25 | 40.34 | Henrik | Kølleskov | 1965 | Bragdið |
26 | 40.44 | Allan | Dalsgarð | 1972 | Bragdið |
27 | 41.28 | Rani Friang | Rasmussen | 1985 | Roysnið |
28 | 41.50 | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnið |
29 | 42.10 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
30 | 42.12 | Terje, | Hansen | 1968 | Roysnið |
31 | 42.12 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
32 | 42.24 | Páll | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
33 | 42.34 | Rúni | Simonsen | 1973 | Bragdið |
34 | 42.43 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
35 | 42.54 | Frank | Hansen | 1972 | Onki felag |
36 | 43.09 | Levi | Jøkladal | 1997 | Roysnið |
37 | 43.17 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
38 | 43.44 | Herluf | Hansen | 1973 | Bragdið |
39 | 43.59 | Eyðun | Simonsen | 1969 | Bragdið |
40 | 44.34 | Bent.H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
41 | 45.10 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
42 | 45.40 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
43 | 47.13 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
44 | 47.39 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
45 | 48.15 | Flemming | Petersen | 1960 | Roysnið |
46 | 48.34 | Dan | Kruse Thomsen | 1970 | Bragdið |
47 | 49.00 | Helgi | Johannesen | 1967 | Roysnið |
48 | 50.17 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
49 | 55.02 | Jonhard | Eliasen | 1963 | Bragdið |
50 | 65.14 | Regin | Jóanesarson | 1945 | Bragdið |
– | |||||
Kvinnur Veteranar (1960-1969) – ca. 8,9 km | |||||
1 | 40.51 | Rigmor Napoleonsdóttir | Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 42.06 | Duruta Reginsdóttir á | Lofti | 1969 | Bragdið |
3 | 42.33 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
4 | 43.28 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
5 | 46.30 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
6 | 49.07 | Elin | Holm | 1969 | Bragdið |
7 | 49.47 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
8 | 49.47 | Julianna | Frederiksberg | 1967 | Roysnið |
9 | 50.46 | Laila | Jacobsen | 1962 | Frælsi |
10 | 51.42 | Anna Maria | Seloy | 1964 | Bragdið |
11 | 52.51 | Elin | Í Haraldsstovu | 1961 | Bragdið |
12 | 53.00 | Anna Sofía | Eysturoy | 1963 | Bragdið |
13 | 53.54 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
14 | 55.36 | Ruth | Winther | 1968 | Bragdið |
15 | 56.24 | Olga | Johannesen | 1967 | Roysnið |
16 | 56.59 | Maria | Biskopstø | 1965 | Bragdið |
17 | 58.55 | Kára | Samuelsen | 1965 | Bragdið |
– | |||||
Kvinnur Superveteranar (-1959) – ca. 8,9 km | |||||
1 | 53.46 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
2 | 54.26 | Jessie | Hansen | 1955 | Bragdið |
3 | 57.08 | Jóngerð Herup | Høgnesen | 1948 | Bragdið |
– | |||||
Menn Veteranar (1960-1969) ca. 8,9 km | |||||
1 | 34.21 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
2 | 34.43 | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
3 | 37.15 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
4 | 38.10 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
5 | 38.34 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
6 | 39.06 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið |
7 | 39.27 | Heini | Gregersen | 1964 | Treysti |
8 | 39.33 | John | Egholm | 1961 | Hvirlan |
9 | 39.38 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
10 | 40.09 | Borgar | Biskopstø | 1962 | Treysti |
11 | 40.34 | Henrik | Kølleskov | 1965 | Bragdið |
12 | 41.50 | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnið |
13 | 42.10 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
14 | 42.12 | Terje | Hansen | 1968 | Roysnið |
15 | 42.24 | Páll | Vesturbú | 1961 | Hvirlan |
16 | 42.43 | Jan | Matras | 1966 | Treysti |
17 | 45.40 | Fríðrikur | Bláhamar | 1965 | Bragdið |
18 | 47.39 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
19 | 48.15 | Flemming | Petersen | 1960 | Roysnið |
20 | 49.00 | Helgi | Johannesen | 1967 | Roysnið |
21 | 50.17 | Regin | Arge | 1969 | Hvirlan |
22 | 55.02 | Jonhard | Eliasen | 1963 | Bragdið |
– | |||||
Menn Superveteranar (-1959) – ca. 8,9 km | |||||
1 | 38.13 | Jens R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 40.15 | Jósvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
3 | 43.17 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
4 | 44.34 | Bent H. | Jakobsen | 1958 | Bragdið |
5 | 45.10 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
6 | 47.13 | Jóannes | Ortind | 1951 | Bragdið |
7 | 65.14 | Regin | Jóanesarson | 1945 | Bragdið |