Vetrarkappingin nærkast!

Skrivað hevur

Leygardagin 4. november byrjar Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað, og sum hevur havt óvanliga gott veður at bjóða øll tey seinastu árini.

Reglurnar fyri Vetrarkappingina verða tær somu sum seinnu árini, tó við einum undantaki. Vit fara hendan veturin at gera eina roynd við einum aldursbólki afturat, +65 ár ella ultraveteranar. Hetta er sum sagt bert eitt royndarár við hesum bólkinum, men vilja vit í FÍF við hesum vísa á, at tá vit siga at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, so merkir tað, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka! Vónandi taka øll tit, sum eru fødd í 1952 ella fyrr, væl ímóti hesum, og møta upp sum ongantíð fyrr. Vísið endiliga øðrum á henda gylta møguleika at kappast javnbjóðis.

Kappingarnar verða stórt sæð tær somu sum fyrr. Onkur broyting verður tó. Ikki er rennandi út á Glyvursnes, nú havnarútbyggingin fer fram, so teinurin til VK3 verður í øllum førum ikki tann sami. Bert ein vika er í millum onkrar av kappingunum, og kemst hetta m.a. av kappingum uttanlands, sum fleiri skulu til. Harafturat er desember nú av góðum grundum uttan kappingar. Skráin er henda:

  1. 4. november kl. 11.00 – Runt Agnið, Roysnið – 10,3 km (børn 5 km)
  2. 18. november kl. 13.00 – Hvirlan, Kerjarenningin frá Hotel Føroyum – 10,5 km (børn 1,5 km)
  3. 25. november kl. 11.00 – Bragdið
  4. 13. januar kl. 11.00 – Frælsi, Sørvágur, Bøur, Sørvágur – 8 km (børn 1,5 km)
  5. 3. februar kl. 11.00 – Bragdið, FM lendisrenning – 8 km (børn 2,5 km)
  6. 10. februar kl. 11.00 – Treysti, Norðdepil
  7. 3. mars kl. 11.00 – Hvistan, Tvøroyri
  8. 17. mars kl. 15.00 – Roysnið, FM 10 km í Runavík (børn 5 km)

Tær upplýsingar, sum mangla í omanfyri, verða at síggja undir “komandi tiltøk” í høgrumegin á heimasíðuni.Vit vóna at so mong sum gjørligt koma at luttaka so trúliga gjøgnum veturin. Tað plagar at verða lønt aftur seinasta kappingardagin. Tess fleiri vit eru, tess stuttligari og hugnaligari verður tað.

Runt Agnið 2014
Startskotið til Runt Agnið er eisini altíð startskotið til alla Vetrarkappingina, og er tí altíð ein serligur spenningur í luftini, tá hildið verður til beins oman eftir Heygsvegnum á Toftum

Ein viðmerking

  1. regin says:

    vk 8 er kl 15

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>