Í dag hevur Bragdið skipa fyri FM í lendisrenning. Kappingin, sum fór fram í Hoydølum, var samstundis eisini fimta umfar av TF-Vetrarkappingini. Veðrið var so sum so. Men tað kom ikki óvart á nakran. Hann hevur alla vikuna lovað storm og regn til okkara kapping. Kortini hava fólk meldað til í stórum tali. Ja, aftur í ár gjørdist talan um metluttøku til eitt FM í lendisrenning, og tað eru vit sera stolt av – vetrarrennararnir eru sanniliga eitt serligt og treiskt fólkaslag.
Tað komu bert tveir fyrispurningar um kappingin mundi fara at verða útsett. Onnur var frá 3-2 og hin úr Klaksvík, har teir á fyrsta sinni sóu Sam hava trupulleikar at leggja til bryggju í Klaksvík, samstundis sum útvarpið tosaði um vindferð heilt upp 30-33 m/s og grimdarregn var nógvastaðni.
Starturin fyrrapartin (mynd: Einar Vang)
So ringt var tó ikki í Hoydølum. Tað regnaði bert eitt sindur, tá vit byrjaðu klokkan gott 11. Og hóast vindurin var nógvur, so darvaði hann bert í einstøkum pørtum av rutuni, sum fyri tað mesta var á fløtuni framman fyri Studentaskúlan, og við einari 400 m longum túri niðan í viðarlundina. Børnini runnu tvey umfør (2,6 km) og tey vaksnu runnu seks umfør ( 7,9 km).
Við einum sermerktum undantaki formaði kappingin seg, nøkulunda á sama hátt, sum seinastu kappingarnar hava gjørt. Undantakið var 21 ára gamla danska Emma Klingenberg, sum vann á øllum monnunum uttan Marnari Djurhuus. Emma gongur á læraraskúla í Århus, og er í starvsvenjing í Føroyum í seks vikur. Hon var tí ikki partur av FM. Føroyameistari hjá kvinnunum gjørdist Rebekka Fuglø, Treysti, sum nokk so tíðliga í kappingini fekk rímiliga trygga frástøðu aftur til eina eisini væl rennandi Rigmor N. Arge, Hvirlan. Tórvør Ø. Vang kom triðja um málið.
Sum sagt gjørdist Marnar Djurhuus vinnari, og samstundis var hetta triðja árið á rað, at hann bleiv føroyameistari hjá monnum! Tíðin í ár var ikki eins góð sum í fjør, men Marnar metir tó, at hann er í betri formi, og at hann rann lutfalsliga betur enn í fjør. Vindurin og váta lendið tóku tó broddin av toppferðini. Júst somu metingar gjørdi Sam Vang, Bragdið, sum gjørdist ein tryggur nummar tvey. Sam hevur vant væl í vetur, og í løtuni sær ikki út til, at nakar kann hótta hansara støðu sum “nummar tvey eftir Marnar”. Kappingin um triðja pláss sá út til at gerast spennandi. Eirikur Hansen og Hallur Holm, báðir Bragdið, fylgdust øll tey fyrstu fimm umførini, men beint áðrenn farast skuldi út á sætta og seinasta umfar, gleið Eirikur, og misti tí avgerandi metrar til Hall. Sostatt kom Hallur fyri fyrstu ferð hendan veturin á sigurspallin, tá heiðursmerkini í opna bólkinum vórðu handað.
Henry Olsen, sum hevur vunnið fýra tey fyrstu umførini hjá veteranunum, var ikki við í dag. Nýggjur vinnari var Hallur Holm. Jóhan “Dardus” Jacobsen, Roysnið hevur verið sera nær við topp trý fleiri kappingar, men nú tað umsíður eydnaðist, kom hann heilt fram á silvurplássið. Guttorm Sørensen, Treysti, bleiv nummar trý. Jens R. Weihe, Frælsi, vann enn eina kapping og eitt FM-heiti, meðan Pól Sundskarð og Gunnar Simonsen, báðir Treysti, blivur ávikavíst nummar tvey og trý.
Ann Thomsen, Bragdið, hevur ikki vunnið allar kappingarnar fyri veteranar í vetur. Men hon hevur vunnið allar kappingarnar, sum hon hevur luttikið í. Og tað gjørdi hon aftur í dag í stórum stíli. Í kappingini um annað plássið eydnaðist hesuferð Hergerð Heldarskarð at taka seg fram um Astrid Joensen, sum annars førir kappingina hjá veterankvinnunum. Tað hevur verið sera gleðiligt at síggja stóru luttøkuna hjá kvinnuveteranum higartil í ár. Vónandi fer góða gongdin at halda á.
Fleiri teirra, sum kappaðust turrskødd innandura í Íslandi farna vikuskifti, vóru komin aftur í vanliga føroyska veðurlagið. Maria Biskopstø og Oddvør Josehpsen, sum báðar vunnu gylt í Íslandi, vóru einsamallar gentur í dag. Tær hava runnið manga harða kapping móti hvørji aðrari, og so var aftur í dag. Eins og vesturi í Sørvági var tað aftur hesuferð Maria, sum dróg longra stráðið, og hevur hon nú lagt seg á odda í samlaðu kappingi, samstundis sum hon gjørdis føroyameistari í lendisrenning.
Av átta dreingjum, høvdu heilir fimm teirra verið í Íslandi og kappast. Gunnar Sivertsen, Treysti, fekk prógvað, at sterku úrslitini hann fekk í Stórmót, ikki vóru av tilvild. Í dag vann hann ein rættiliga greiðan sigur. Nýggja stjørnuskotið hjá Bragdinum, Niklas Kruse, bleiv nummar tvey. Men her var kappingin meira jøvn, tí skamt aftanfyri komu teir báðir Rúni Skarðhamar, Roysnið, og Steintór Egholm, Bragdið. Her gjørdist tað Rúni, ið fór avstað við bronsuni, meðan Steintór stóð eftir við ongum.
Aftaná lokna kapping, varð boðið til góðan drekkamunn við vaflum og øllum tí góða, sum hartil hoyrir. Nú eru bert trý umfør eftir av TF-Vetrarkappingini. 6. umfar verður runnið á Fossanesi 15. februar, tá Treysti skipar fyri. 7. og næstseinasta umfar verður í Vági 8. mars, tá Hvistan skipar fyri, og finalan verður 22. mars í Runavík, tá Roysnið samstundis skipar fyri FM í 10 km landavegsrenning.
Bragdið og FÍF takka Føroya Studentaskúla fyri innivist og Umhvørvisstovuni fyri vælviljan at renna á økinum.
Myndir hjá Einar Vang eru at finna her: TF VK-5 & FM Lendisrenning 2014
Úrslit frá FM í Lendisrenning í Hoydølum 1. februar 2014 kl. 11.00 | |||||
Dreingir 1998-2002 – uml. 2,6 km | |||||
1 | 11.24 | Gunnar Ei. | Sivertsen | 1999 | Treysti |
2 | 12.09 | Niklas | Kruse | 1999 | Bragdið |
3 | 12.20 | Runi | Skarðhamar | 1999 | Roysnið |
4 | 12.26 | Steintór | Egholm | 2000 | Bragdið |
5 | 13.15 | Jákup Dahl | Ljósheim | 1998 | Hvirlan |
6 | 13.31 | Dánjal Dahl | Ljósheim | 2000 | Hvirlan |
7 | 14.40 | Hans Ei. | Sivertsen | 2001 | Treysti |
8 | 14.45 | Ingi | Johannessen | 2002 | Roysnið |
Gentir 1998-2002 – uml. 2,6 km | |||||
1 | 12.50 | Maria | Biskopstø | 2002 | Treysti |
2 | 13.03 | Oddvør | Josephsen | 2001 | Treysti |
Mans unglingar 1993-1997 – uml. 8 km | |||||
1 | 32.24 | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti |
2 | 36.34 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti |
3 | 37.39 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
Kvinnu unglingar 1993-1997 – uml. 8 km | |||||
1 | 38.25 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
Menn -1997 – uml. 8 km | |||||
1 | 32.24 | Marnar | Djurhuus | 1995 | Treysti |
2 | 34.34 | Sam | Vang | 1970 | Bragdið |
3 | 35.19 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
4 | 36.29 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
5 | 36.34 | Einar | Gregersen | 1995 | Treysti |
6 | 37.39 | Teitur | Bjarnastein | 1997 | Bragdið |
7 | 38.00 | Jan Elmar | Sørensen | 1991 | Treysti |
8 | 38.04 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Roysnið |
9 | 38.08 | Jóhan | Simonsen | 1969 | Bragdið |
10 | 38.37 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
11 | 38.56 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti |
12 | 38.56 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
13 | 39.00 | Marnar | Pattinson | 1970 | Roysnið |
14 | 39.05 | Jens | Weihe | 1947 | Frælsi |
15 | 39.35 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
16 | 40.25 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
17 | 42.03 | Kàri | Simonsen | 1959 | Bragdið |
18 | 42.03 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
19 | 42.11 | Pól | Sundskarð | 1957 | Treysti |
20 | 42.58 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið |
21 | 43.30 | Arnfinnur | Helmsdal | 1970 | Bragdið |
22 | 44.24 | Rúni | Simonsen | 1973 | Bragdið |
23 | 44.38 | Rani | Rasmussen | 1985 | Roysnið |
24 | 45.55 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
25 | 46.20 | Jóanes | Ortind | 1951 | Bragdið |
26 | 47.11 | Jan | Egholm | 1972 | Bragdið |
27 | 47.26 | Robert | Vilhelmsen | 1951 | Bragdið |
28 | 47.54 | Júst | Túni | 1986 | Treysti |
Kvinnur -1997 – uml. 8 km | |||||
(1) | 34.16 | Emma | Klingenberg | 1992 | Gesta rennari |
1 | 38.25 | Rebekka | Fuglø | 1993 | Treysti |
2 | 40.45 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
3 | 42.08 | Tórvør Østerø | Vang | 1969 | Bragdið |
4 | 43.50 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
5 | 44.43 | Birna Mohr | Joensen | 1970 | Hvirlan |
6 | 47.34 | Hergerð | Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
7 | 47.42 | Maria Svabo | Hansen | 1972 | Bragdið |
8 | 49.42 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
9 | 49.55 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
10 | 50.39 | Birna Mohr | Abrahamsen | 1970 | Hvirlan |
11 | 53.18 | Anna Sofía | Eysturoy | 1963 | Bragdið |
12 | 53.59 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
13 | 54.39 | Bjørg | Nielsen | 1974 | Bragdið |
14 | 55.00 | Tina | Kruse Dam | 1977 | Bragdið |
15 | 58.27 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
16 | 61.24 | Eyðna | Simonsen | 1964 | Bragdið |
17 | 61.33 | Johanna | Egholm | 1975 | Bragdið |
18 | 65.24 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
Menn Veteranar 1959-68 uml. 8 km | |||||
1 | 35.19 | Hallur | Holm | 1967 | Bragdið |
2 | 38.04 | Jóhan M | Jacobsen | 1966 | Roysnið |
3 | 38.37 | Guttorm | Sørensen | 1968 | Treysti |
4 | 38.56 | Jonhard | Larsen | 1966 | Treysti |
5 | 38.56 | Arnfinn | Johannessen | 1965 | Roysnið |
6 | 39.35 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
7 | 40.25 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
8 | 42.03 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið |
9 | 42.03 | Hilmar | Høgenni | 1962 | Bragdið |
10 | 42.58 | Egil | Olsen | 1963 | Roysnið |
Kvinnur veteranar -1968 – uml. 8 km | |||||
1 | 43.50 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
2 | 47.34 | Hergerð | Heldarskarð | 1968 | Bragdið |
3 | 49.42 | Astrid | Joensen | 1967 | Roysnið |
4 | 53.18 | Anna Sofía | Eysturoy | 1963 | Bragdið |
5 | 53.59 | Adelaid | Kirke | 1968 | Hvirlan |
6 | 58.27 | Jóhanna | Vang | 1964 | Bragdið |
7 | 61.24 | Eyðna | Simonsen | 1964 | Bragdið |
8 | 65.24 | Ingun | Olsen | 1959 | Bragdið |
Menn superveteranar -1958 – uml. 8 km | |||||
1 | 39.05 | Jens | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 42.11 | Pól | Sundskarð | 1957 | Treysti |
3 | 45.55 | Gunnar | Simonsen | 1952 | Treysti |
4 | 46.20 | Jóanes | Ortind | 1951 | Bragdið |
5 | 47.26 | Robert | Vilhelmsen | 1951 | Bragdið |