Home FÍF Vinnararnir í Vetrarkappingini.

Vinnararnir í Vetrarkappingini.

by Hallur Holm

Í allarfagrasta veðri varð seinasta umfar av Vetrarkappingini avgreitt í Runavíkini leygardagin. Sum vant og sera hóskandi var tað í einari av okkara elstu rennikappingum, nevnliga Várkappingini – á tiltiknu skjótu 10 km rutuni – har Roysnið stílaði fyri.

Vit hava í vetur verið tíðliga úti við frásøgn frá kappingunum, men hetta vikuskiftið er av alskyns orsøkum eingin frágreiðing skrivað enn. Nú er so langt fráliðið, at eg fari at lata tykkum taka til takkar við eina gul-litaða grein á heimasíðuni hjá Treysti. Hon sæst her: http://www.treysti.fo/news-treysti+best+i+vetrarkappingini.htm – ikki fyri fanatikarar! 


Tað var fartur í feltinum leygardagin. At sólbrillur vóru eitt must hendan dagin, skuldi vísa seg, tá farið varð út á seinastu umførini.


Við sigrum trý tey fyrstu umførini, legði Sam Vang lunnar undir samlaða sigurin í Vetrarkappingini. Við sigrum í Hvannasundi og í Runavík, trýsti Guttorm Sørensen Sam at renna seinasta umfarið, hóast hann kendi seg sjúkan.  Soleiðis eydnaðist tað honum at vinna sær trý bonusstig og við 153 stigum akkurát stinga snútan fram um Guttorm, sum endaði við 152 stigum! Henry Olsen endaði triðjur. Fyri hvørja kapping otaði hann seg nærri oddinum, og í seinastu kappingini rann veteranurin eina kanóntíð, og var bara nøkur sekund frá sigrinum.

 
Tær tríggjar kvinnurnar á sigurspallinum mistu allar eina kapping hvør, og hóast talan var um ymisk umfør, gjørdist Rebekka Fuglø vinnari við fýra sigrum, Ella Áarstein nummar tvey við fýra øðrumplássum, og Gunnhild Helmsdal nummar trý við fýra triðjaplássum. Ikki sæst, at nr. 3 er 13 ár eldri enn nr. 2, og nr. 2 er 16 ár eldri enn nr. 1! Einki at ivast í, at renningin vardveitir ungan kropp og ungt sinni! Rebekka vann eisini kappingina hjá kvinnuunglingunum, og stendur tí vid tveimum steypum. Hon var einasti kvinnuunglingur, sum rann í minsta lagi trý umfør.


Vid fimm sigrum gjørdist Henry Olsen suverenur vinnari hjá veteranunum. Eins tryggur gjørdist Borgar Biskopstø, vid at enda nr. 2 í fýra kappingum, hann luttók í. Ødrvísi margháttligt var í kappingini um tridjaplássid, sum Heini Gregersen “snýtti” John Egolm fyri. Tí Hóast John øll fýra umførini hann luttók í, endadi frammanfyri Heina, so eydnadist Heina at skora 47 stig í Hvannasundi, tá John hevdi forfall. Hetta kom at kosta John tridjaplássid, medan Heini fekk ágódan av gódari uppmøting.


Ella Áarstein vann fýra tryggar sigrar í fýra kappingum, og gjørdist tryggur vinnari hjá veterankvinnunum. Størri var spenningurin um hinar topp-plaseringarnar. Karin Maria Isaksen var undan seinastu kappingini nr. tvey, men vid at koma næst á mál leygardagin, fór Karin Kirke Petersen fram um hana. Eisini Lydia Gardar kundi blanda seg út í kappingina, men var ikki við leygardagin.


Jens Weihe fekk fullan valuta fyri at møta so trúliga til allar kappingarnar. Við tveimum sigrum og tríggar ferðir nummar tvey, gjørdist hann nevnliga samlaður vinnari hjá superveteranunum. Hóast tríggjar sigrar og 150 stig, var hetta ikki nóg mikið hjá Óla Olsen at trýsta Jens, við 5 bonusstigum, av ovasta sessi. Hóast Jóannes Ortind á fjórða plássi royndi at trýsta Gunnar Sivertsen, var hetta tó til fánýtis. Gunnar hevur í vetur runnið sum ongantíð fyrr, og á seinasta degi rann hann ein fínan 10 km og kundi fara heim við steypinum sum triðbesti superveteranur. 


Tíverri hevur luttøkan í unglingabólkinum ikki verið so stór í vetur. Men Ólavur Egholm hevur runnið sera væl, og vann tær fýra kappingarnar hann var við í. Við tveimum silvur og einari gull, gjørdist Hans Jacobsen samlaður nummar tvey. Bert teir báðir gjøgnumførdu í minsta lagi tríggjar kappingar.


Tríggir raskir Treystadreingir. Eingin undrast at Marnar var langt fremstur í øllum fimm kappingunum. Heldur ikki hóast hann heilar tvær ferðir nýliga var útskrivaður av sjúkrahúsi eftir ógvuslig føll á skutara sínum. Einar á øðrum plássi hevur tikið seg nógv fram í ár og hevur eins og Gunnar Simonsen á triðja plássi møtt upp til allar kappingarnar í ár. Gunnar, hevur eisini tikið seg væl fram, og sjokkeraði øll við at renna trygt undir 21 minuttir leygardagin. Regin Joensen hevur eisini ligið framvið í samlaðu kappingini, men fyrst sjúka og síðani skaði spiltu spælið fyri hann.


Tvær fittar Bragdagentur! Við trimum sigrum í trimum kappingum, gjørdist Elsa Berg samlaður vinnari hjá gentunum. Hildur Poulsen fekk ein sigur, men gjørdist samlað nummar tvey.

FÍF takkar øllum fyri eina stak góða og ikki minni hugnaliga kapping í vetur. Vónandi verða tit, og mong afturat, eins trúgv næsta vetur, tí lítið er at ivast í, at Vetrarkappingin verður endurtikin næsta ár.

Takk fyri øll somul! 

0 comment
0

Related Articles