Home FÍF VK 3 – Hvalvík – Streymnes

VK 3 – Hvalvík – Streymnes

by Hallur Holm

Leygardagin 24. januar verður 3. umfar av vetrarrennikappingini hjá FÍF, og er tað Bragdið sum verður vertur norðuri í Sundalagnum.

Allir bólkar byrja samstundis, og startskotið gongur av kl. 11.00. Kappast verður í hesum bólkum:

Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -92) – 8,3  km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1954-63) – 8,3 km
Menn Superveteranar (f. -1953) – 8,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1988-92) – 8,3 km
Gentur og dreingir (f. 1993-97) – 3,3 km

Startur og mál er við Margáir í Streymnesi. Runnið verður frá ítróttarhúsinum, gjøgnum Streymnes, eftir niðara vegnum oman á Oyruna, til Halvíkar, gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna teinin tríggjar ferðir; gentur og dreingir eina ferð.

Hóast nógvar kappingar eftir hondini hava verið á hesi rutuni, er hetta bert aðru ferð, at júst hesin teinurin verður runnin. Tað var í fjør, tá Guttorm Sørensen vann við frálíku tíðini 29.29 min.  Honum á baki komu Andrias Hansen og Borgar Biskobstøð við ávikavist 30.27 og 31.30 min. Hjá kvinnunum vann Bjørk H. Olsen frammanfyri Fríðunn Steinberg og Susan Jacobsen. Gentu- og dreingjakappingina vunnu Rebekka Fuglø og Rúni Seloy.

Tilmelding fer fram her á síðuni, og skal verða avgreidd innan fríggjakvøldið 23. januar kl. 23.00. Tað verður eisini høvi at melda til frá kl. 10.00 á kappingardegnum. Startnummur verða latin frá kl. 10.00 í ítróttarhúsinum við Margáir. Kostnaðurin er 50 kr. fyri fýra teir elstu bólkarnar og 20 kr. fyri tey yngstu.

Tað verður møguligt at skifta og fara í brúsu í ítróttarhúsinum. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum umframt at okkurt leskandi verður at fáa á málinum.

Víst verður annars til kappingarregulurnar fyri vetrarkappingina, sum eru her

Tilmelding fer fram her

Samlaða støðan eftir 2. umfar er her

0 comment
0

Related Articles