Home FÍF VK-3 í Sørvági leygardagin

VK-3 í Sørvági leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 12. januar 2013  skipa Frælsi og FÍF fyri triðja umfari av Vetrarkappingini, sum hesaferð verður hildin í Sørvági. Øll sum eru fødd í 2001 ella fyrr eru vælkomin at luttaka. Startskotið verður latið av við kirkjuna kl. 11.00. Tey vaksnu renna til Bíggjar, runt bygdina og heimaftur, meðan børnini renna somu leið, men venda við Breiðá. Teinurin hjá teimum vaksnu er góðar 10 km, og tann hjá børnunum umleið 3 km. Ruturnar eru ikki heilt ókendar. Hjá teimum vaksnu er hon næstan tann sama, sum er runnin tvær tær seinastu vestanstevnurnar í Sørvági, og barnarutan er tann, sum tey plaga at brúka í skúlarenningini.

Bólkabýtið er hetta:

  • Kvinnur og menn opin bólkur (f. – 1996)
  • Kvinnur og menn veteranar (f. 1958 – 1967)
  • Menn superveteranar (f. – 1957)
  • Kvinnu- og mansunglingar (f. 1992 – 1996)
  • Gentur og dreingir (f. 1997 – 2001)

Tað verður skift í skúlanum, sum er beint omanfyri start- og máløkið við kirkjuna. Eftir renningina er vatn og frukt á máløkinum og brúsa er í skúlanum. Heiðursmerki til trý tey fremstu í hvørjum bólki verða handað afturvið einum kaffimunni í skúlanum kl. umleið 12.30.

Tilmeldast skal helst umvegis tilmeldingarskipanina hjá FÍF innan kl. 22.00 fríggjakvøldið, men eisini ber til at melda til á staðnum frá kl. 10.00-10.45. Startnummarið skal verða heintað í skúlanum áðrenn kl. 10.45.

Kostnaðurin er sum altíð 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.


Her herja rennararnir avstað á Vestanstevnu í Sørvági í 2010.

 

0 comment
0

Related Articles