Home FÍF VK-3 og FM Cross verður leygardagin

VK-3 og FM Cross verður leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 4. februar kl. 11.00 byrjar rennikappingin í Hoydølum, sum bæði er FM í cross-renning og samstundis 3. umfar av Vetrarkappingini. Hetta er aðru ferð, at føroyameistaraheitið í cross skal avgerast í Hoydølum. Í fjør vóru umleið 30 luttakarar, men vónandi verða enn fleiri í ár, tí hetta er ein renning, sum øll eiga at royna. Hon er stuttlig, hørð, øðrvísi og krevjandi við bleytum undirlagi allan vegin.

Teir vaksnu bólkarnir renna 6 umfør, sum svarar til umleið 8 km, meðan dreingir og gentur renna 2 umfør, ella umleið 2,6 km. Umframt at renna um stig í Vetrarkappingini, verður eisini runnið um FM-heiti og FM-heiðursmerki í hesum bólkum:

  • Gentur f. 1996-2000
  • Dreingir f. 1996-2000
  • Kvinnuunglingar f. 1991-1995
  • Mansunglingar f. 1991-1995
  • Kvinnur opin bólkur f. – 1995
  • Menn opin bólkur f. – 1995
  • Kvinnur veteranar f. – 1966
  • Menn veteranar f. 1957-1966
  • Menn superveteranar f. – 1956

Sjálv renningin fer fram í viðarlundini millum Sanatoriivegin og Hvítanesvegin og á fløtuni millum Sanatoriivegin og studentaskúlan. Tað ber til at renna í píkaskóm, um onkur vil tað. Umklæðing verður í studentaskúlanum, har eisini startnummur verða latin frá kl. 10.00. Kostnaðurin er sum vanligt 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Meldið til her á síðuni innan fríggjakvøldið kl. 21.00.

ØLL KUNNU LUTTAKA!


Beint áðrenn startin í fjør.

0 comment
0

Related Articles