Home FÍF VK-4 í Hvannasundi leygardagin

VK-4 í Hvannasundi leygardagin

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 25. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 4. umfari í Vetrarkappingini 2011/2012 í Hvannasundi. Hetta er fimtu ferð at Treysti skipar fyri Vetrarkapping í Hvannasundi. Rutan og teinar verða teir somu sum undanfarin ár.


Frá startinum seinast, tá veðrið var av tí allarbesta

Veðrið hevur, hvørt av teimum fýra undanfarnu árunum runnið hevur verið vetrarkapping í Hvannasundi, havt ein stóran leiklut við í spælinum. Har hava rennarar uppliva storm og flóð, oysandi regn, kavarok og stilli og sólskin.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1995)
– Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1957-1966)
– Menn Superveteranar (f. 1956 ella fyrr)
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1991-1995)
– Gentur / Dreingir (f. 1996-2000)

Allir teir vaksnu bólkarnir renna 10 km, meðan gentur og dreingir renna 4 km. Runnið verður suður gjøgnum fjøruna eftir gøtuni, úti í Bug verður snarað niðan á Sundsvegin (bygdavegin) og har verður snarað til vinstru og runnið norðureftir til “Gamla Skúla”, og víðari norðureftir og oman í Sandoyrabug, og so suðureftir aftur. Ein sera “hugnalig” ruta.

 
Runnið verður á einum rundteini, sum er góðan kilometur langur. Startur fyri vaksin verður á gøtuni niðanfyri “Gamla Skúla”, meðan børnini byrja við 6 km skiltið hjá teimum vaksnu, tvs. beint áðrenn snarað verður oman í Sandoyrabug. Málið verður á bygdavegnum við “Gamla Skúla” í Hvannasundi. Vaksin renna 9½ umfar, meðan børnini renna næstan 4 umfør.
Rutan
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram her á heimasíðuni . Freistin er fríggjakvøldið 24. februar kl. 22.00. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.
 
Luttakararnir verða bidnir um at møta við “Gamla Skúla” í Hvannasundi hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Spennandi verður hvat veðurgudarnir fara at borðreiða við av líkindum hesuferð. 25. februar er sonevndur Tunnilsdagur, sum merkir, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnlaranr. Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.
 
Í sambandi við renningina er møguleiki er fyri at umklæðing í Skúlanum á Fossánesi, sum er 1 kilometur frá “Gamla Skúla”. Heiðursmerkjahandanin verður í Skúlanum á Fossánesi.
 
Eftir renningina í Hvannasundi skipar Treysti fyri Torraheilsurenning í Klaksvík. Hon byrjar kl. 14.00 niðanfyri Sjúkrahúsið, og eru øll vælkomin at luttaka. Teinurin er 4,1 km.
0 comment
0

Related Articles