Home FÍF VK 4 og FM í cross-renning verður leygardagin

VK 4 og FM í cross-renning verður leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 2. februar 2013 klokkan 11.00, skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Bragdið fyri FM í crossrenning. Kappingin fer fram í vakra landslagnum í Hoydølum. Runnið verður á stóru vøkru fløtuni og niðan í viðarlundina, tó bert eystarumegin Hvítanesvegin.

Umhvørvisstovan varar av stórum parti av renniteininum, og tey fegnast um, at vakra økið eisini kann nýtast til slík endamál. Hetta er fríøki, sum nógv fólk ganga túrar á, men hesa løtuna renningin er, eru tað rennarar, sum hava fremsta rætt til gøturnar. Tí eiga fólk við barnavogni ella hundi at ansa væl eftir ikki at koma inn á kappingarøkið. Kappingin er liðug klokkan gott 12.


Øðrvísi avbjóðingar í cross-renning.

Kappingin er samstundis 4. umfar av vælumtóktu vetrarkappingini hjá FÍF. Vónin er at nógvir luttakarar vera við, tí cross-renning er ein øðrvísi, spennandi, krevjandi og stuttlig rennigrein. Og sjálvandi kunnu øll vera við!

Rennararnir verða bólkaðir sundur í 9 bólkar:

Dreingir (f. 1997-2001)
Gentur (f. 1997-2001)
Mansunglingar (f. 1992-1996)
Kvinnuunglingar (f. 1992-1996)
Menn opin bólkur (f. – 1996)
Kvinnur opin bólkur (f. – 1996)
Menn veteranar (f. f. 1958-1967)
Kvinnur veteranar (f. – 1967)
Menn superveteranar (f. – 1957)

Dreingir og gentur renna 2 umfør, ella umleið 2,6 km. Øll hini renna 6 umfør, ella smáar 8 km.

FM-heiðursmerki verða til trý tey fremstu í hvørjum bólki. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.renn.fo og skal verða avgreidd innan kl. 21.00 fríggjakvøldið. Kostnaður er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn og unglingar. Umklæðing fer fram í umklæðingarrúmunum í studentaskúlanum. Her verða eisini startnummur goldin og avheintað frá kl. 10.00. Um onkur hevur gloymt at melda til á netinum, kann eisini meldast til frá kl. 10-10.30.

 

0 comment
0

Related Articles