Home FÍF VK-5 og Várkappingin verður leygardagin kl. 13.00

VK-5 og Várkappingin verður leygardagin kl. 13.00

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 24. mars kl. 13.00 skipar Treysti fyri 5. og seinasta umfari av Vetrarkappingini 2011/2012 í Runavík. Talan er um árligu sonevndu Várkappingina. Støðan í Vetrarkappingini, undan seinasta umfarinum, er at finna í aðrari grein her á síðuni. Veðurforsøgnin fyri leygardagin sær avbera góð út, og talan plagar at verða um góðar tíðir í Runavík, so fortreytirnar síggja góðar út fyri eini spennandi rennikapping leygardagin.

Allir bólkarnir byrja samstundis kl. 13.00. Bólkarnir eru:
-Kvinnur/menn opin bólkur – 10 km (f. -1995)
-Kvinnur veteranar/Menn veteranar – 10 km (f. 1957-66)
-Menn superveteranar – 10 km (f. -1956)
-Kvinnuunglingar/Mansunglingar – 10 km (f. 1991-1995)
-Gentur/Dreingir – 5 km (f. 1996-2000)


Veðrið var frálíkt seinasta ár

Rutan
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja beint niðanfyri tey vaksnu, og koma á mál sama stað sum tey.

Kort Runavik
Á kortinum sæst rutan í Runavík.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 23. mars kl. 22.00.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Sjómansheimið í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

 

0 comment
0

Related Articles