Home FÍF VK-5 verður leygardagin í Hvannasundi (Fossánesi)

VK-5 verður leygardagin í Hvannasundi (Fossánesi)

by Guttorm Sørensen

Tíðindaskriv:
Leygardagin 23. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 5. umfari í Vetrarkappingini 2012/2013 í Hvannasundi. Hetta er sættu ferð at Treysti skipar fyri Vetrarkapping í Hvannasundi. Hesuferð fer renningin tó fram á Fossánesi, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.

Veðrið hevur, hvørt av teimum fimm undanfarnu árunum runnið hevur verið vetrarkapping í Hvannasundi, havt ein stóran leiklut við í spælinum. Har hava rennarar uppliva storm og flóð, oysandi regn, kavarok og stilli og sólskin. Hesuferð verður ongin flóð, og veðurforsøgnin sær rættiliga lovandi út.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1996) – umleið 8 km
– Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1958-1967) – umleið 8 km
– Menn Superveteranar (f. 1957 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1992-1996) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 1997-2001) – umleið 4 km

Í mun til undanfarin ár, so verður hesuferð runnið runt um Skúlan á Fossánesi. Ein rundteinur, sum er knappar 2 km. Vaksin renna fýra umfør og gentur/dreingir renna tvey umfør.

Startur og mál verða á sama stað, sum tá Fossánes Renningin er. Tvs. niðri á Fossávegnum beint áðrenn brekkuna niðan til skúlan.

Runnið verður niðan um skúlan, oman aftur á Fossávegin norðanfyri, so norður eftir gamla Fossávegnum og beint áðrenn ánna, (tvs. sunnanfyri ánna) verður runnið gjøgnum bøin og niðan á Múlavegin gjøgnum porturi, sum er har. Harfrá verður runnið heimeftir til landsvegin omanfyri Norðdepli, oman til ljóskurvina og norður eftir Fossávegnum aftur til málið.

Rutan
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin er fríggjakvøldið 22. februar kl. 22.00. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.

 
Hesuferð er rutan flutt frá hugnaligu gøtuni suður gjøgnum fjøruna í Hvannasundi
 
Heiðursmerkjahandanin verður í Skúlanum á Fossánesi.
0 comment
0

Related Articles