Leygardagin 30. mars kl. 11.00 skipa Treysti og Roysnið fyri 7. og seinasta umfari av Vetrarkappingini 2012/2013 í Runavík. Talan er um árligu sonevndu Várkappingina. Støðan í Vetrarkappingini, undan seinasta umfarinum, er at finna í aðrari grein her á síðuni. Veðurforsøgnin fyri leygardagin sær góð út, og talan plagar at verða um góðar tíðir í Runavík, so fortreytirnar síggja góðar út fyri eini spennandi rennikapping leygardagin. Luttøkan plagar altíð at verða góð og tað vóna fyriskipararnir eisini hesuferð.
Gutti, sum vann FM í fjør, er skaddur, so nýggjur vinnari skal finnast í ár
Eins og í summar, so verður runnið á góðkendu 10 km rutuni.
Allir bólkarnir byrja samstundis kl. 11.00. Bólkarnir eru:
-Kvinnur/menn opin bólkur – 10 km (f. -1996)
-Kvinnur veteranar/Menn veteranar – 10 km (f. 1958-67)
-Menn superveteranar – 10 km (f. -1957)
-Kvinnuunglingar/Mansunglingar – 10 km (f. 1992-1996)
-Gentur/Dreingir – 5 km (f. 1997-2001)
Veðrið var frálíkt seinasta summar tá góðkenda rutan bleiv runnin fyrstu ferð
Rutan
Eins og í tá FM 10 km var, so verður byrjað omanfyri Kiosk Vár. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja við 5 km skeltið, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu.
Á kortinum sæst rutan í Runavík.
Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 29. mars kl. 22.00.
Skifting fer fram í Ítróttarhøllini í Runavík. Startnummarið skal avheintast í kantinuni í Skúlanum við Løkin í seinasta lagi kl. 10.45.
Heiðursmerkja- og steypahandan verður í kantinuni kl. 12.30. Tá verður eisini kaffi/te og annað gott at fáa.
Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.