Leygardagin 3. februar kl. 11.00 skipa Bragdið og FÍF fyri rennikapping í Hoydølum, sum bæði er FM í lendisrenning og samstundis 5. umfar av Betri Vetrarkappingini. Hetta verður áttanda árið, at FM í lendisrenning verður í vøkru og veðurgóðu Hoydølum, beint frammanfyri Studentaskúlan, sum eisini verður karmur um tiltakið. Her verður umklæðing og brúsa, heintan av bringutølum og ein góður kaffimuður aftaná.
Runnið verður á bleytum undirlagi allan vegin runt. Einasta asfaltið rennast skal á, er tá farast skal um vegin niðan í og oman úr viðarlundini. Men har verður okkurt bleytt lagt á vegin, so rennast kann allan vegin í píkaskóm, um man ynskir tað.
Viðmælt verður, at renna í skóm við grovum botni ella í píkum.
Renniteinurin, sum hann bleiv teknaður til fyrstu kappingina í Hoydølum í 2011. Hann er eitt vet broyttur við einari krýllu á fløtuni. Prestar og sperribond vísa røttu leiðina
Rennast skulu seks umfør á góðar 1300 metrar, ella beint um átta kilometrar tilsamans. Børnini renna tvey umfør. Tilmelding fer fram online á HESI SLÓÐINI í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 22.00. Tað ber eisini til at tekna seg til kappingina leygarmorgunin á staðnum frá kl. 10.00 til 10.30.
Startur og mál er á fløtuni framman fyri Studentaskúlan. Børnini renna tvey umfør, ella tilsamans um 2,7 km. Hans, Oddvør og Hans Erland hava øll trý verið sera drúgv í Vetrarkappingini øll tey seinnu árini.
Kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2001)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1963-1972)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1953-1962 )
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1952 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1997-2001)
-Gentur / Dreingir (f. 2002-2006)
Hart, hugnaligt og øðrvísi – lendisrenningin í Hoydølum er nakað heilt serligt, plagar Krista at taka til 😉
Um tú ikki sást tilmeldingarslóðina longur uppi í tekstinum, so er hon eisini HER