Home FÍF Yvirgangur rakar nú eisini frælsan ítrótt

Yvirgangur rakar nú eisini frælsan ítrótt

by Hallur Holm

Mánadagur 15. apríl. Patriots Day. Frídagur í Boston og sonn fólkaveitsla nú heimsins elsta maraton verður runnið fyri 127. ferð. Rennarar koma alsamt á mál, nú góðar fýra tímar eftir start, tá yvirgangsins ljóta andlit brádliga vísir seg. Tvær bumbur bresta á máløkinum og trý fólk lata lív, meðan 143 verða særd. Av teimum eru fleiri, sum fáa limir sprongdar úr likaminum.

Renningin avblást og alt á gosi. Tíbetur var hjálpin skjót og nær við. Men stóri skaðin var longu hendur. Og eftir stendur allur heimurin undrandi og spyr hvaðani slíkur óndskapur kann stava. Og í kjalarvørrinum koma síðan allar søgurnar. Um 78 ára gamla Bill Iffrig, sum var kastaður í vegin av trýstbylgjuni, men kortini megnaði at koma uppaftur og gjøgnumføra sítt triðja Boston Marathon. Men so hoyra vit eisini um bert 8 ára gamla Martin Richard, sum doyði av spreingingini, meðan hann bíðaði eftir at pápin kom á mál.

Ein syndarliga syrgilig og púra óneyðug hending, sum eisini fer at fáa avleiðingar fyri aðrar maratonkappingar og allarhelst onnur ítróttartiltøk við. London Marathon verður næsta vikuskifti, og har verða heilt víst herd trygdartiltøk sett í verk. Dansk Atletikforbund fer, sum okkum øllum kunnugt, at skipa fyri HM í ½ maraton í mars 2014, har 25.000 rennarar verða við. DAF hevur longu nú sett seg í samband við trygdarløgregluna um hvat gerast skal.

FÍF fordømir bumbuatsóknina í Boston og allan yvirgang yvirhøvur. 15. apríl hevur í 24 ár verið mintur fyri offrini á Hillsbrough, tá 96 Liverpool-áskoðarar vórðu kroystir til deyða. Nú ferð 15. apríl eisini at standa sum ein sorgardagur, tá ein skrýddur Boston, vegna yvirgang brádliga, lamløstaði og drap ósekar rennarar og áskoðarar.

 

 

0 comment
0

Related Articles