Home Góð ráð Kendur marathon rennari vitjar Treysti

Kendur marathon rennari vitjar Treysti

by athletic

– Rennivenjing skal vera stuttlig!-

Rennivenjing skal vera stuttlig, sigur århusianski marathonrennarin Peder Troldborg, sum rann 2.26 tímar í New York Marathon síðsta heyst. Hann kemur at vitja Treysti í døgunum 26.-29. apríl og fer í tí sambandi at halda fyrilestur um renning. Peder Troldborg heldur uppá, at rennivenjing skal vera stuttlig og stýrd av huginum at renna, og ikki lata nøgd av intervallum og kilometurtíðum fáa yvirtakið á venjingini.

– Tá eg hyggi aftur á tey mongu venjingarárini og kilometrarnar eg havi runnið, so er tað faktist í teimum árunum, har eg havi havt minni ambitiónir og mest runnið til stuttleika, at eg havi fingið míni bestu úrslit, sigur Peder Troldborg, sum er heitur fortalari fyri at marathonvenjing væl kann verða samansett av styttri hørðum venjingum í staðin fyri tí annars so vanligu langtúravenjingini.

Tá Peder Troldborg vandi til New York Marathon í 2004 rann hann ongantíð venjingartúrar, sum vóru longri enn 8 kilometrar. Hann gjøgnumførdi marathonteinin ta ferðina uppá 2.26 tímar.

– Eg vóni mítt dømi kann verða við til at avlíva mytuna um at marathonvenjing skal innihalda langar rennitúrar! sigur Peder Troldborg.

– Skuldi tú blivi gripin av “rennidilluni”og fingið ambitiónir við “galskapinum”, sum til dømis at renna marathon, so mást tú líka ansa tær! Tann ambitiøsi rennarin kann nemliga skjótt blíva bundin á hendur og føtur í sínum egna “træningsregime” har nøgd av intervallum, kilometurtíðir og so víðari fáa yvirtakið, sigur Peder Troldborg.

Bestu ráðini hjá Peder Troldborg eru: Ger rennitúrin til eitt dagligt morgunritual – men drekk fyrst ein hálvan litur av vatni. Sjálvur fær hann sær ein stóran kopp av kaffi við mjólk og sukur.

– Renn uppá tíð: 20-30 min. sum best ber til.
– Renn fartleg (t.d.: 4-5 ferðir 5 minuttir “stigningsløb”).
– Renn á rennibandi.
– Renn ein túr í løttum renniskógvum
– Tak bussin í mótvindinum og renn heimaftur í undanvindinum.
– Renn undanbrekku og gang mótbrekku
– Finn ein rennimakkara
– Royn okkurt nýtt
– Um tað er súrt, má ein gera tað stuttligari

– Sjálvt um eg havi klára túsundavís av forðingum, so má eg viðganga, at tað at koma útum hurðagáttina oftani virkar sum tann størsta, sigur Peder Troldborg.

Sambært Peder Troldborg, so skyldast manglandi motión ikki manglandi tíð, men manglandi vilja og vitan.

– Gransking vísir at effektiv venjing ikki er serliga tíðarkrevjandi. Trupulleikin er heldur at gera motión áhugaverda og nemma at avgreiða. Tað skal ikki verða neyðugt at tvinga seg út, og so tá man kemur út so hevur man ofta lyndi til at yvirdríva. Tað haldi eg, er eitt typiskt rennifænomen. Í longdini er nøgdin av venjingartúrin meira umráðandi enn nøgdin av kilometrum. Og tað er meira umráðandi at koma út enn at koma langt.

Eg haldi, tað at ein rennitúrur skal vera minst 10 km langur, fyri at geva nakað, er virkandi til at fleiri ongantíð koma ordiliga í gongd við at renna. Nýbyrjarin tvingar seg vanliga til meiri møði og má tí brúka meiri tíð fyri at koma fyri seg aftur (restituera), sigur Peder Troldborg og heldur fram:

– Gleðin við at renna kemur tí oftani við erfaringunum. Men tá ein upplivir gleðina við at renna, fær ein hug til at gera tað aftur, og so er ein komin rættiliga væl ígongd, sigur Peder Troldborg, sum um morgunin upplivir m.a. mjólkabilin koma við vørum til bakarin, skrellimannin avheinta skrellið, avísboðið kemur við nýggjheitunum – eftir øllum at døma er tað fyri Peder Troldborg heilt natúrligt at fara tíðliga upp og verða virkin.

Peder Troldborg (føddur 1.august 1963) er ein danskur ítróttarmaður. Hann er næstan blivin ein livandi legenda í donskum frælsum ítrótti. Hann kemur upprunaliga frá Holstebro-umráðnum. Hann hevur runnið fyri fleiri feløg, – AK Holstebro, Sparta og Aarhus 1900. Hansara yndisteinar eru marathon og 3.000 metur forðarenning. Hann bleiv í 2004 evropameistari í 3.000 forðarenning fyri veteranar. Hann er ein av teimum bestu á marathon teininum í Danmark, og er vorðin kendur fyri sína alternativa venjing til marathon. Har í nógvir langteinarennarar venja meiri enn 150 kilometrar um vikuna, venur hann dagliga tvær ferðir 8 kilometrar. Hann bleiv í 2005 nummar tvey í DM á marathonteininum.

Persónlig met:
5.000m 13.43,59 (1992)
10.000m 29.15,69 (1989)
3.000 m.f. 8.35,09 (1992)
½-marathon 1.04.33 (1991)
Marathon 2.23.28 (2005)

Nærri verður lýst á heimasíðuni hjá Treystinum, FÍF og Norðlýsinum um nær og hvar fyrilesturin verður.

Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru vælkomin!

0 comment
0

Related Articles