Home Góð ráð Skeið: Best tá harðast leikar á!

Skeið: Best tá harðast leikar á!

by Sølvi Reinert Hansen

Synergi lýsir um dagarnar við hesum skeiðinum:

Willi Railo
Best tá harðast leikar á!

Tann 26. apríl skipar Synergi fyri sera forkunnugum og spennandi skeiði, við heimskenda norska ítróttarsálarfrøðinginum Willi Railo. Willi Railo hevur status sum ein av mest motiverandi og inspirerandi fyrilestrahaldarum innan økið. Hetta er maðurin handan orðini ”Viljin at vinna skal vera størri enn óttin at tapa!”

Stýra kenslurnar avrikunum?
Um skeiðið:
Er tað ov ofta soleiðis, at alt gongur av besta slag til venjingar, men tá tað veruliga leikar á, tá um ræður, gongur ikki altíð eftir vild? At tað alt ov ofta eru kenslurnar, sum stýra avrikunum? Stýra kenslurnar tær ella stýrir tú kenslunum? Á skeiðnum fæst innlit í, hvat tað er, sum stýrir avrikum, um kenslur sum angist, nervøsitet, agressión, tryggleika, sjálvsálit, frælsi, gleði og dirvi. Hvat er sálarligur málsetningur og hvussu ger man ein slíkan?

Ikki bert til elituna
Skeiðið vendir sær til venjarar, íðkarar, instruktørar, leiðarar og onnur, sum ynskja innlit í og grundleggjandi vitan um ítróttarsálarfrøði. Tú kanst luttaka á skeiðinum, uttan mun til ítróttargrein og støði.

Hvat fært tú burturúr
Tú fært eina grundleggjandi vitan um ítróttarsálarfrøði og nøkur amboð, sum læra teg at takla ymiskar sálarligar støður, tú kemur út fyri.

Um Willi Railo
Willi Railo hevur givið og gevur fleiri av kendastu ítróttar- og vinnulívsfólkum íblástur, at røkka settum málum. Av ítróttarstjórnum kunnu nevnast eitt nú David Beckham, Sven Göran Erikson, Ingrid Kristiansen, Bjørn Borg og Mats Wilander. Hann er harumframt nógv brúktur ráðgevi innan vinnulívið, eitt nú hjá Philips, SAS og Nokia. Ein tann kendasta bókin hjá honum “Bedst når det gælder”, er breidd út og brúkt sum inspiratión um allan heim – eisini her á klettunum! BBC hevur gjørt eina sjónvarpssending um Willi Railo og hansara mátar at skapa vinnarar.

Tað er nú, tú hevur høvi at koma á skeið hjá Willi Railo – lat ikki møguleikan gleppa tær úr hondum, teknað teg til skeiðið á www.synergi.fo

0 comment
0

Related Articles