Home Uttan úr Heimi Besti kvinnuligi hæddarleypari seinastu 10 árini givin

Besti kvinnuligi hæddarleypari seinastu 10 árini givin

by hziska

Kajsa Berqvist var í nógv ár ein av teimun nógvu svendsku heimsstjørnunum innan frælsu ítróttirnar. Hon verður av viðurkenda blaðnum ”Track & Field news” skýrd besti kvinnuligi hæddarleyparin seinastu 10 árini. Hon hevur vunnið HM og EM gull, men OL gullmerkið manglaði í samlingini. Tí var tað vantandi at hon fór at seta alt inn á at vinna hetta eina manglandi gullmerkið nú olympiskir leikir verða í Peking komandi summar. Men beint eftir nýggjár komu yvirraskandi boðini um at hon hevði sett skógvarnar á hyllina.

15 ára gomul valdi Kajsa hæddarlop sum sína grein, tá venjarin Bengt Jönsson kom til felag hennara Turebergs FK í Sollentuna norðanfyri Stockholm. Hon arbeiddi saman við Bengt Jönsson komandi 13 árini, og vann hon hesa tíðina uttandura EM, innandura EM og tvær reisur innandura HM. Í 2004 avgjørdi hon tó, vegna manglandi framgongd og nógva ferðingina, at gevast við samstarvinum við venjaran, og fór hon tá at venja saman við Yannick Tregaro, ið eisini var venjara hjá Christian Olsson. Stutt áðrenn olympisku leikirnar í Athen í 2004 sleit hon eina hælssinu undir venjing, og var hon tí ikki før fyri at royna at vinna sær tað heiðursmerkið henni manglaði í samlingini. Hon var aftur klár at kappast stutt áðrenn HM í Helsinki í 2006, har hon megnaði at vinna gullmerkið. Hetta var ífylgji hennari sjálvari, hæddarpunktið í hennara karrieru. Hon endaði hetta árið sum nummar 1 í heiminum.

Í 2006 setti hon sítt fyrsta heimsmet tá hon leyp 2.08 innandura, og árið eftir vann hon bronsumerkið í uttandura HM. Hetta kom at verða hennara seinasta heiðursmerkið í altjóða kapping, tí í 2007 megnaði hon ikki heilt at halda støðið hon var von við, og endaði hon á 7. plássinum í HM í Osaka í Japan. Høvuðs orsøkin var at hugurin til venjing longur var fari at bila. Tá kappingarárið var av tók hon eina pausu í vónini um at hugurin fór at koma aftur, men so var ikki, so tá hon giftist á nýggjárinum komu boðini at hon hevði avgjørt at gevast við hæddarlop.

Keldur:
http://www.iaaf.org/news/Kind=2/newsId=42835.html
http://www.friidrott.se/ovrigt/statanalys/kajsakarr.aspx
http://en.wikipedia.org/wiki/Kajsa_Bergqvist

0 comment
0

Related Articles