Home Uttan úr Heimi Fleiri óvanta úrslit úti í heimi

Fleiri óvanta úrslit úti í heimi

by hziska

Farna vikuskiftið vísti at tað hendur nógv innan frælsan ítrótt í løtuni. Mest óvantaðu hendingarnar vóru 100 m heimsmet og eitt tap á 400 m.

Seinnu árini hevur Asafa Powell siti tungt á heimsmetinum á 100 m, og tað vóru nógv sum vantaðu at hann aftur í ár fór at betra um sítt heimsmet, men hann hevur havt ein lítlan skaða at dragast við, og tí hevur hann enn ikki roynt seg á 100 m teininum í stórari kapping. Skjótastu tíð í heiminum í ár (9.77 s) átti tó landsmaðurin Usain Bolt. Bolt er mest kendur sum 200 m rennari, og nógv hildu at tað var eitt fantom-kapping hann hevði havt, og vantaðu at um eitt heimsmet skuldi sláðast, so var Powell besta boð. Bolt vísti tó í New York farna vikuskiftið at tað ikki var ein tilfeldigheit at hann hevði runnið 9.77, tí hann gjørdi ikki mætari enn at renna teinin uppá 9.72, sum er 2 hundradapartar betur enn gamla heimsmetið. 100 m hevur altíð verði ein áhugaverd grein at fylgt, og seinnu árini hevur Asafa Powell dominera ranglistarnar, men enn ikki vunnið eitt tíðandi altjóða gullmerki, tey hava amerikumenn sum oftast vunnið. t.d. vann Tyson Gay 100 m og 200 m til seinasta HM, og sigst hann at verða væl fyri, men nú er sum sagt ein nýggjur maður við í kappingini.

Eitt annað stórt yvirraskilsi var at amerikumaðurin Jeremy Wariner, sum seinnu árini hevur verði nógv tann besti mannligi 400 m rennarin í heiminum, tapti móti landsmanninum LaShawn Merrit. Wariner hevur verði so nógv betur enn hansara mótstøðu menn seinastu 3 árini at tosið snúði seg ikki um hvørt hann kundi tapa, men um nær hann fór at takað heimsmetið hjá legendini Michael Johnson. Merrit vildi tað tó annaleiðis til Golden League kappingina í Berlin har hann, eftir at hava liði aftanfyri fyrstu 300 m fangaði Wariner aftur tá 100 m vóru eftir. Teir fylgdust so næstu 80 m, men á síðstu 20 m fekk Merrit so lagt Wariner afturum seg og vann við tíðini 44.03 s.

Ein grein sum hevur verði sera áhugaverd vegna tætta kapping millum tveir íðkara er spjótkast hjá monnum. Har hava normaðurin Andreas Torkildsen og finnin Tero Pitkamaki skifst um at vunni seinastu 4 árini. Í fjør var tað Pitkamaki ið lá omaná, og tí var bíðja við spenningi eftir fyrstu kapping teirra millum í ár. Torkildsen hevur trupulleikar við rygginum, og kann tí ikki kappast so nógv, men í Berlin var tað Pitkamaki sum fekk ein skaða í ryggin í fyrsta kasti og valdi tí at gevast. Kasti var tó heilar 85.20 m. Torkildsen royndi at fanga Pitkamaki eftir, og í seinsta kasti fekk hann sítt besta kast, men tá mált var vísti tað seg at kasti var 85.19 m, og sostatt 1 cm frá gullinum.

0 comment
0

Related Articles