Home Uttan úr Heimi Fyrstu innandura heimsmet hendan veturin

Fyrstu innandura heimsmet hendan veturin

by hziska

Tað sæst at fyrsta altjóða kappingin hetta kappingarárið (innandura HM) nærkast, við tað at ikki færri enn trý heimsmet vóru sett hetta vikuskiftið. Tvey í russiska innandura meistaraheitinum, og eitt í altjóða kapping í Karlsruhe (Tysklandi).

Í Russlandi var tað Yelena Soboleva, ið betraði um sítt egna nú tvey ára gamla heimset á 1500 m teininum. Hon betraði metið við 23/100, so tað nú er 3 min 58,05 sekund. Hitt metið, sum var sett í russiska meistaraheitinum, var á 4×800 m hjá kvinnum. Metið var sett av “Sverdlovsk økinum”, sum sostatt tók metið, ið “Moskva øki” settið í fjør (Feb. 2007)

Í Karlsruhe var tað Susanna Kallur úr Svøríki, sum setti heimsmet. Hon hevur í nærum hvørjari kapping higartil i vetur sett persónligt met, og nærkaðist allsamt meira heimsmetinum, og í Karlsruhe megnaði hon so at seta heimsmet við tíðini 7.68 sekund í 60 m forðarenning. Tað er 1/100 betur enn gamla metið, ið var eitt av elstu metunum innan frælsar ítóttir. Ludmila Enquist (tá Ludmila Narozhilenko) setti gamla metið í 1990.

0 comment
0

Related Articles