Ein av teimum skjótu undanbrekkunum

Skrivað hevur

20/06-95: 12×400 = 64,8-65,7-64,8-66,3-67,3-67,0-66,3-66,7-67,1-66,5-66,7-65,3 pausa 200m jog

Sigur hetta tær nakað?

Ná, ikki? So mást tú heldur hyggja, hvør er í undanbrekkuni.

1. Navn:
Guttorm Sørensen

2. Føddur:
1968

3. Felag:
Treysti (Vejle IF, Skovbakken)

4. Nær byrjaði tú at renna?
1990

5. Hvørjum teinum dámar tær best at kappast á?
3.000m/5km – ½-marathon

6. Persónlig met á teinunum:
8.38,42 (3.000m), 15.07,1 (5.000), 31.28 (10KM), 48.43 (15km), 1.10.40 (½-marathon)

7. Hvat einstakt úrslit er tú glaðast fyri?
Bronsuna í 10.000m á Oyl 1993 og Gull í DM cross fyri lið 1994

8. Hvørjum skóm rennur tú í?
Asics

9. Hvat etur tú kappingardagin?
3 breyðflísar u/smør og 2 bananir og vatn afturvið

10. Hvussu gert tú teg kláran til eina kapping?
Etið 3 tímar áðrenn og pakki í seinastu løtu

11. Hvussu var tín harðasta venjingarvika higartil?
Longsta vikar higartil var vika 5 í 1994. Tað vikuna rann eg 114 kilometrar í 6 dagar. Eg veit ikki um hetta er tann harðasta, tað er tað nokk ikki trúgvi eg.
Mánadag: ca. 16 km (fyrst ca. 6 km jogg við einum vini + 10 km uppá 39.14 – 20.12 & 19.02 – harav síðsti km 3.06)
Týsdag: 21,5 km (harav 15,2 km uppá 55,02)
Mikudag: 21 km uppá 1.24.36 (við Albert Marna í Århus – nógvur vindur og nakað av kava)
Hósdag: intervallir (21.03 upph. – 8 x Krathusrunden uppá 22.23 – 27.03 avjog)
Fríggjadag: Frí
Leygardag: 25 km uppá 1.35.53
Sunnudag: 17,3 km uppá 1.15.11 (heilt róligt – hevði ilt í búkinum)

Annars aðrar góðar venjingar:
12/12-94: 2×5 km int. 16.47 & 16.43 v/5 min. pausu
16/01-95: 1×5 km int. 15.58
20/06-95: 12×400 = 64,8-65,7-64,8-66,3-67,3-67,0-66,3-66,7-67,1-66,5-66,7-65,3 pausa 200m jogg

12. Rennifyrimynd?
Ongin serlig (Klaus Hansen tá eg var í Skovbakken).

13. Tín harðasti kappingarneyti?
Albert Marni Joensen

14. Hvat er títt næsta mál?
-Halda fram við at renna.
-Møguliga vinna nakrar kappingar afturat.
-Oyggjaleikir á Rhodos 2007.
-Gjøgnumføra eitt marathon einaferð í tíðini.
-Fáa góðar frælsar atletar í Føroyum.
-Menna føroyska frælsa ítrótt
-Skapa betri karmar fyri føroyska frælsa ítrótt.
osv.

15. Hvønn annan ítrótt dámar tær?
Fótbólt, skíing, rógving og annars næstan allan ítrótt.

Comments are closed.