Heri Ziska í undanbrekkuni

Skrivað hevur

Hesuferð hava vit fingið Hera Ziska í “kastiringin”.

Heri er frælsa ítróttafólkið, ið hevur vunnið Føroyum flest heiðursmerki á Oyggjaleikum.

Hann er kendur fyri at siga sína meining – og at hava eina meining um alt 🙂

Hann lurtar eftir Gloriu Estefan, og hevur lyft 35 tons eina viku, vónandi í fleiri umførum.

1. Navn:
Heri Ziska

2. Føddur:
1967

3. Felag:
Århus 1900/Belgrave Harriers(London)/Bragdið

4. Nær byrjaði tú at kasta?
1989 – byrjaði at kasta diskus 2 vikur áðrenn mína fyrstu diskuskapping sum var finalan á Oygggjaleikunum í Føroyum

5. Hvørjum greinum dámar tær best at kappast í?
Diskuskast

6. Persónlig met í greinunum:
Diskuskast: 48.50 m
Hamarkast: 48.92 m
Vektkast: 16.00 m
Kúlustoyt: 13.20 m

7. Hvat einstakt úrslit er tú glaðast fyri?
Bronsumerki í kúlustoyt á Gibraltar. Hevdi ikki vant kúlu nakað serligt, men kláradi 12.92 og fekk bronsumerki.

8. Hvørjum skóm kastar tú í?
Nike – Rotational Zoom

9. Hvat etur tú kappingardagin?
Minst møguligt

10. Hvussu gert tú teg kláran til eina kapping?
Beinanvegin, eg komi á eitt nytt stadion, fari eg at kanna ringin og kastifacilitetirnar so eg kann fyrireika meg mentalt til at kappast har. Á degnum slappi eg av, lurti eftir “Reach” hjá Gloriu Estefan. Byrji at hita upp ca. tíma undan kappingini. Beinan vegin, eg komi inn á vøllin, fari eg inn í ringin at føla hann aftur, gangi so út til har, sum eg vil hava diskin at lenda, og geri merki í vøllin. So er klárt

11. Hvussu var tín harðasta venjingarvika higartil?
Harðasta vika fysiskt er altíð fyrsta vika av vetrar programminum. Mesta eg havi lyft í eina viku er 35 tons. Harðasta vika mentalt var vikan undan oyggjaleikunum 2005. Noyddist at velja millum at verða væl fyri fysiskt ella royna at lappa teknikkin, kundi ikki bæði.

12. Kastifyrimynd?
Al Oerter. Maðurin, sum megnaði at vinna 4 OL gull, síðan ikki kasta í 7 ár, og koma aftur og enn einferð gerðast ein av heimsins bestu. Millum hansara citat eru :”Hetta eru olympisku leikirnir, hesar doyrt tú fyri”, “Eg eri bara ein sterkur fýrur, sum kasti langt” og “Diskuskast verður ikki nøkur áskoðara grein, fyrr enn tey lova okkum at kasta eftir hvørjum øðrum.”

13. Tín harðasti kappingarneyti?
Eg (einasti kappingarneyti)

14. Hvat er títt næsta mál?
Gull og oyggjaleikamet á Rhodos

15. Hvønn annan ítrótt dámar tær?
at íðka: ongan
at hyggja at: ski ítrótt, serliga skiskjóting.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*