Í undanbrekkuni

Skrivað hevur

Hann byrjar kappingardagin við havragreyti og dámar væl borðtennis.

1. Navn:
Pól Sundskarð

2. Føddur:
1957

3. Felag:
Treysti

4. Nær byrjaði tú at renna?
Mai 2004

5. Hvørjum teinum dámar tær best at kappast á?
10 km og uppeftir

6. Persónlig met á teinunum:
5 km 18,36
10 km 38,56
½ Marathon 1.27
Marathon 3.09,52

7. Hvat einstakt úrslit er tú glaðast fyri?
Mítt fyrsta marathon 16. juli 2005 tíðin var 3.09.52

8. Hvørjum skóm rennur tú í?
Byrjaði við Nike, men nú dámar best Asics

9. Hvat etur tú kappingardagin?
Morgunmatur havragreyt, annars eina turra breyðflís og Banan, og nógv vatn

10. Hvussu gert tú teg kláran til eina kapping?
Lati meg í kappingarklæðini har renningin er, og ikki heima við hús

11. Hvussu var tín harðasta venjingarvika higartil?
Vika 25 í 2005 – íalt 123 km
Mánadag: 20 km
Týsdag: 3 x 3 km + upphiting (íalt 15 km)
Mikudag: 23 km jogging
Hósdag: 12 x 1/2 km (íalt 5 km)
Fríggjadag: 10 km róligt (íalt 12 km)
Leygardag: 15 km tempo
Sunnudag: Norðtoftir Viðareiði 23 km

12. Rennifyrimynd?
Gutti og Jonhard

13. Tín harðasti kappingarneyti?
Tað má vera Jónsvein Herup Olsen

14. Hvat er títt næsta mál?
Máli má vera at renna eitt Marathon, sum er niðanfyri 3 tímar

15. Hvønn annan ítrótt dámar tær?
Borðtennis

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*