Home Jólakalendari 2013 10 – Kærleiki á oyggjaleikum

10 – Kærleiki á oyggjaleikum

by Hallur Holm

Sum kunnugt vórðu oyggjaleikirnir í 1989 hildnir í Føroyum. Sjálvandi var nærum ógjørligt at hýsa teimum nógvu ítróttarfólkunum, venjarunum og leiðarunum á hotellum og gistingarhúsum kring landið, so man mátti finna uppá okkurt annað. Frælsi ítrótturin fór fram á spildurnýggju breytini á Svangaskarði, og øll tey nógvu ítróttarfólkini komu eisini at búgva har um leiðir. Vit hava mangan prátað við rennarar frá Gotlandi og Isle of Man, sum hava greitt frá um teirra ótrúligu positivu upplivingar, tá teir vóru privat innkvarteraðir á Toftum.

Liðið hjá Gibraltar hevði tó leigað eini hús á Toftum. Við á liðinum hjá Gibraltar var evnaríki 23 ára gamli Fabian Franco. Á oyggjaleikunum á Guernsey tvey ár frammanundan bleiv hann nr. 4 á 5.000 m við 15.53,8 min og nr. 5 á 1.500 m við 4.13,0. So hann var sum vera man spentur til kappingarnar í Føroyum. Ein dagin áðrenn alt byrjaði av álvara, var hann endaður í fimleikahøllini í skúlanum í Runavík. Her sá hann nakrar ungar gentur, sum vandu eitthvørt í sambandi við setanina av frælsa ítróttinum. Og serliga ta einu gentuna fekk hann gott eyga á. Tað var tann tá bert 17 ára gamla Randi Gleðisheygg, sum búði á Nesi á Toftum.

Fabian rann bert 5.000 m á Toftum. Men hóast hann hevði betrað seg nógv síðani 1987, rakk tíðin, 15.17,8 min heldur ikki hesuferð longur enn til eitt fjórðapláss. Men tá oyggjaleikirnir í Føroyum vóru lidnir, hevði Fabian tó vunnið sítt størsta gullmerki í lívinum, tí hann hevði nú funnið saman við ungu Nes-gentuni, sum hann fall so pladask fyri við fyrsta eygnabrá.


Fabian og Randi Franco eru framvegis líka forelskað

Fabian rann onkrar kappingar í Føroyu á sumri í 1990 og 1991. Hann var ein sera kvikur rennari, og ikki minst ein positivur rennari við einari greiðari fatan av hvør rætti taktikkurin var. Hjá honum vóru ráðini altíð: Start hard out and keep the pace. Seinastu oyggjaleikir Fabian luttók á vóru tvey ár seinni, og tað var eisini hetta árið hann rann allar best. Nú var hann farin at renna miðteinar, og hann vann sín innleiðandi riðil á 800 m við 1.54,57 min. Í finaluni mátti hann hóast fantastisku tíðina 1.52,95 min lúta fyri stórrennaranum Michael Guegan, men kundi tó fegnast um silvurmerkið. Og aftur á 1.500 m gjørdist frøin stór, tí her megnaði hann at renna seg til bronsu. Og aftur her var tíðin framúrskarandi: 3.55,27!

1991 var eisini árið, sum Fabian minnist allarbest sum rennari. Hetta árið var hann nevnliga eisini við til HM í frælsum ítrótti, sum varð hildið á olympiska stadion í Tokyo. Hetta var bert ein mánað eftir oyggjaleikirnar, men úrslitini gjørdust ikki eins góð. Hann rann 1.54,29 min á 800 m og 4.03,94 á 1.500 m. Tað sum stendur sterkast í minninum frá hesi kappingini, var at síggja legendariska tvídystin í longdarlopi millum Mike Powell og Carl Lewis, sum endaði við at heimsmetið frá 1968 varð tikið við einum lopi hjá Mike Powell, sum var 8,95 m.

Fabian2

Fabian Franco fremstur á myndini við sínum lætta og eleganta stíli.

 

Landsliðið hjá Gibraltar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum í Føroyum. Fabian stendur nr. 3 frá høgru í keppinum.

Randi og Fabian hava fingið tveir dreingir. Tann eldri drongurin, Julian, sum í dag er 23 ár, var partur av oyggjaleikahópinum hjá Gibraltar á Rodos, har hann rann 200 m. Tá var hann bert 16 ára gamal, men megnaði tó at renna uppá 24,78 sekund. Hann hevur eisini verið við landsliðinum í India til Commonwealth Games. Julian rennur ikki longur, men tað ger yngri sonurin hinvegin. Og Fabian vantar sær nógv av honum. Tí hóast hann júst er blivin 15 ár nú í desember, hevur hann longu runnið 11,92 sek á 100 m og 24,98 sek á 200 m. Jerry, sum yngri sonurin eitur, er ikki vaksin tað stóra enn. Bert 1,57 m enn, so tey vanta, at tað veruliga fer at bragda, tá longd og musklar koma afturat.


Jessy Franco er ein sera evnaríkur spurtari. Hann venur hjá pápa sínum og hjá gamla venjaranum hjá pápa sínum.

Fabian1

Umborð á Dúgvuni úr Havn inn á Toftir. Fabian til vinstru. 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríđrikur 10.12.13 - 21:35

Frálík søga:)

Sólrun Gleðisheygg Weihe 13.12.13 - 15:20

Yngri sonurin eitur Jessy Franco, ikki Jerry 😉

Comments are closed.