Home Jólakalendari 2013 11 – Føroya skjótasta kvinna

11 – Føroya skjótasta kvinna

by Hallur Holm

Hin dagin fall skrivingin á øll tey gomlu metini, sum enn standa eftir Marna Joensen. Øðrvísi er við øllum okkara metum hjá kvinnum. Flestu teirra eru tikin fleiri ferðir hesi seinastu árini, men tó er eitt undantak, sum sker í eyguni. Tað er føroyska metið á 100 m, sum er nógv tað elsta metið yvirhøvur hjá kvinnum, og sum nú hevur staðið síðani FM í 1994. Tað var tann tá 18 ára gamla Elin Rasmussen úr Sørvági, sum ongan iva lat vera um, hvør var kvikasta kvinnan í Føroyum. Trý ár á rað vann hon FM á 100 m og 200 m í stórum stíli.

Galdandi føroyska metið setti hon í 1994, og er tað 13,3 sekund, men Elin minnist seg eisini hava fingið tíðina 12,6 sekund, sum tó ikki kundi góðtakast vegna ov nógvan undanvind. Hesi úrslit hennara skulu haldast upp móti bestu el-tíðum okkara, sum Rebekka Fuglø, 13,76  sekund (2013) og Edna Maria Debes, 13,77 sekund (2012) hava runnið. Harafturat er so ein hondstoppað tíð hjá kviku Monu Breckmann frá 2009, sum er 13,5 sekund. Vanliga verður sagt, at 24/100 sekund skulu leggjast afturat eini hondstøðgaðari tíð fyri at samanbera við eina el-tíð. Við tí í huga, er Elin framvegis væl kvikasta kvinna í Føroyum. Tað eydnaðist henni tó ongantíð at taka metið á 200 m. Ikki tí at skjótleikin ikki rakk, men einans tí at vindurin hvørja ferð var ov nógvur.

elinrasmussen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

Tríggjar myndir frá FM á Svangaskarði, sum vísa Elin vinna tryggar sigrar á 100 m og 200 m umframt heiðursmerkjahandan

Men tað er kanska ikki heilt rætt at samanbera úrslitini hjá Elini við nútíðarúrslit. Tí venjingin og fyrireikingin til FM var meira so sum so. At Elin var ein skjót og kvik genta, var skjótt at síggja. Sjálvt dreingirnir í skúlanum høvdu ilt við at fylgjal við, tá Elin spurtaði. Nógva ferðin kom eisini væl við hjá henni tá hon spældi fótbólt. Men tá pápi hennara, lærarin Torre Rasmussen, hoyrdi at FM í frælsum ítrótti skuldi verða á Svangaskarði, helt hann tað vera eina sjálvfylgju, at Elin skuldi við. Fyrireikingarnar vóru ikki nógvar. Nakrir spurtir eftir einum grúsvegi fram við flogvøllin meðan pápin stóð við stoppurinum. Til kappingina rann hon í vanligum renniskóm og startblokk hevði hon aldrin sæð áður. Harafturat vóru ofta fáir luttakarar og mótstøðan ikki tann stóra. So ilt er at siga, hvat tað kundi blivið til.

Í dag kann Elin gott harmast, at hon ongantíð hevði umstøður at venja frælsan ítrótt. Í 1997 flutti hon niður at lesa, og hugsaði tá um at fara at renna. Kortini endaði tað við, at hon fór at spæla flogbólt við ÍF Føroyum, og Elin kom tí ongantíð aftur á rennibreytina. Í Føroyum gremja vit okkum ofta um, at tað er langt ímillum, at vit síggja veruligar spurtarar. Tí er sjálvandi harmiligt, at meira ikki fekst burtur úr evnunum hjá Elini. Hinvegin eiga vit tó at síggja ta positivu síðuna, sum er at vit í dag megna at lofta einum slíkum talenti, tá tað vísir seg aftur.

Sum eitt kuriosum til hesa áhugaverdu søgu skal eisini nevnast, at Rói Holgarsson, sum hevur verið føroyameistari á 100 m síðani 2010, er bróður mannin hjá Elini. Eftir er so bert at vóna, at røttu arvastreingirnir úr familjunum báðum einaferð fara at geva okkum tann superspurtaran, vit so leingi hava bíðað eftir.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles