14 – Teir gjørdust drúgvir

Skrivað hevur

Í seinastu viku var spurnartekin sett við, hvat javnstøðunevndin man halda um kynsbýtið í einum møguligum samkyndum hjúnarlagi. Tá er ikki gott at hugsa um, hvat javnstøðunevndin man hugsa um úttøkuna til oyggjaleikirnar í 1993. Óli Olsen og Hjalti Gunnarstein vóru leiðarar, og afturat teimum vóru 10 íðkarar. Hvør og ein mannfólk. Frælsur ítróttur var framvegis heilt fesk ítróttargrein at rokna, og tað vóru fleiri, sum nýttu árliga FM á Svangaskarði, at royna síni evni, og fyri at vita, hvat hetta var fyri nakað. Nógv komu og nógv fóru. Men tá landsliðið til oyggjaleikirnar á Isle of Wight skuldi setast saman, var so smátt ein kjarna av trúgvum ungum monnum, sum veruliga høvdu lagt seg eftir frælsa ítróttinum.

Av teimum 12 útvaldu, vóru sostatt einans tríggir, sum skuldu til oyggjaleikir fyri fyrstu ferð. Finn Gert Hansen, spjótkastari av Saltnesi hevði vant og kappast í Danmark. Hann sóu vit ikki so nógv aftur til. Ási Mikkelsen av Sandi var sera evnaríkur spurtari og longdarloypari, sum hevði høgt støði í eini 10 ár. Hansara størstu úrslit eru eitt gullheiðursmerki í longdarlopi á oyggjaleikunum á Jersey í 1997 og eitt bronsumerki til DM innandura um aldarskiftið. Hann eigur enn føroyska metið í longdarlopi. 7,10 m leypa hann í 1999, og er hetta eisini eitt av teimum allar sterkastu úrstlitunum yvirhøvur í føroyskum frælsum ítrótti. Triðji debutanturin var undirritaði sjálvur.

Oyl 93 liðmynd 2St.fv. Heri Ziska, Debes Hammershaimb Christiansen, Niels Jákup Jakobsen, Finn Gert Hansen, Hjalti Gunnarstein og Óli Olsen. Húkandi frá vinstru: Ási Mikkelsen, Regin Reinert, Hallur Holm, Guttorm Sørensen, Jógvan Glerfoss og (Albert) Marni Joensen.

Ferðaleiðararnir báðir, Óli Olsen og Hjalti Gunnarstein hava saman við Niels Jákup Jakobsen verið við at menna ítróttin frá nærum púrt ongum, og hava verið við allan vegin síðani. Niels Jákup hevur verið í nevndini hjá bæði Bragdinum síðani tað bleiv endurstovnað, og hjá FÍF síðan stovningardagin í 2002. Eisini Hjalti og Óli hava tikið tøk í bæði Bragdinum og í sersambandinum. Jógvan Glerfoss og Debes H. Christiansen góvust stutt eftir hesar leikirnar, men eru komnir krútsterkir aftur, og hava nú í góð fýra ár gingið á odda við ungdómsvenjingini hjá Bragdinum. Regin Reinert var eisini við frá byrjan, og á sínum fyrstu oyggjaleikum í 1987. Regin, sum kappaðist fyri seinastu ferð á oyggjaleikunum í 1995, hevur tó alla tíðina verið knýttur at umhvørvinum kring okkum. Í dag situr hann við einari risauppgávu, at savna saman úrslit. Hesir tríggir seinast nevndu løgdu nógvar kreftir í FM-kappingarnar fyrst í 90’unum. Marna Joensen kunnu tit lesa um undir lúku 7.

Hera Ziska og Guttorm Sørensen skal man ikki byrja at skriva um, tí so tekur søgan ongan enda. Heilt stutt, so hava teir báðir staðið fremst at byggja upp teirra nýggju feløg, samstundis sum teir hava vant hvønn dag og kappast á hægsta stigi. Og samstundis hava teir brúkt almikla tíð sum venjarar. Ofta verður sagt, at maður kemur í mans stað. Men eg vænti tað skal leitast bæði væl og leingi, áðrenn slíkir megnarmenn verða funnir aftur.

Oyl heiðursmerkir 93

 

 

 

 

 

 

F.v.: Guttorm Sørensen, Heri Ziska og (Albert) Marni Joensen

Úrslitunum bagdi heldur einki í 1993, tí eftir at hava drigið svart í 1991, komu aftur trý heiðursmerki til Føroyar. Heri Ziska kastaði longu tá 45,76 m og vann silvur í klingrukasti, Guttorm Sørensen vann bronsu á 10.000 m við tíðini, sum enn í dag er føroyskt met – 31.55,22 og Marni Joensen rann supertíðina 9.20,01 á 3.000 m forðarenning og vann bronsu.

Isle of Wight
Mannfólkahørmurin hevði lív og góðar dagar. Og søgurnar vóru bæði nógvar og góðar.

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>