16 – Eitt sindur frá Gibraltar

Skrivað hevur

Hin dagin varð sagt eitt sindur frá oyggjaleikunum á Isle of Wight í 1993. Jólakalendarin fylgir søguni, og greiðir eitt sindur frá oyggjaleikunum eftir, sum blivu hildnir á Gibraltar í 1995. Tveir av okkara  størstu profilum høvdu fingið álvarsamar skaðar, og lítið er at ivast í, at bæði longdarleyparin Ási Mikkelsen og mið- og langteinarennarin, Marni Joensen, báðir høvdu komið heim við heiðursmerkjum, um teir høvdu verið so nøkulunda fit for fight.

Hinvegin vóru tveir debutantar við. Miðteinarennarin Freddie Poulsen og spjótkastarin Jørgen Meitilberg stóðu seg báðir sera væl. Jørgen gjørdist nummar fýra í spjótkasti, og við 50,28 metrum, restaðu bara 12 centimetrar í at vinna bronsumerkið. Enn betur gekst hjá Freddie. Á 800 m vann hann innleiðandi riðilin við 2.00,2 og í finaluni bleiv hann nr. fýra við 1.57,8 – næstan púra javnur við bronsuvinnaran. Men bronsu skuldi hann kortini vinna. Tí við 4.09,13 min endaði hann á einum tryggum triðjaplássi í 1.500 m finaluni.

Freddie GibSigurspallur Gib

 

 

 

 

 

 


Freddie Poulsen hevur einar 450 metrar eftir, og liggur longu her til eitt bronsumerki.

Regin Reinert var til sínar fimtu oyggjaleikir, sum eisini skuldu vísa seg at verða teir seinastu. Og kanska vóru tað ikki akkurát hesuferð, at Regin frammanundan hevði havt tær størstu vónirnar um heiðursmerki. Men stóra luttøkan og krútsterku feltini frá 1991 og 1993 vóru ikki líka ræðandi hesuferð, og serfrøðinugurin í forðarenning dugdi væl at gera sær dælt av hesum. Við tíðini 9.42,23 í 3.000 m forðarenning vann Regin nevnliga eitt rímiliga trygt og ikki minst væl uppiborið bronsumerki. Tað gjørdist eisini til eitt fimtapláss á 5.000 m við 16.20,71 min.

Á 10.000 m høvdu vit tvey umboð. Í ógvusliga hitanum við 36 gradum á breytini, køvdist Guttorm Sørensen eftir 6.000 m og gavst. Undirritaði var eisini illa plágaður av sólini, men kom á mál sum nummar seks við 34.15,5 min. Hóast hendan kappingin var um kvøldið, endaðu fleiri rennarar við at sigla runt dehydreraðir í máløkinum, og inni í umklæðingarúminum vórðu fleiri rennarar, sum lógu við dropp eftir lokið stríð.

Tí vóru menn eitt sindur ivasamir, hvussu tað skuldi fara at ganga í kappingini í hálvum maraton seinasta dagin. Vegna ferðslu og súkklukapping skuldi rennast kl. 10.00. Tíbetur var eitt sindur yvirskýggjað hendan morgunin. Ikki fyrr enn móti endanum kom sólin veruliga fram. Guttorm Sørensen bleiv nummar fimm við 1.13.48 tímar og undirritaði nummar 9 við 1.14.43 tímar. Niels Jákup Jakobsen var ferðaleiðari á túrinum, og var eisini við á liðinum. Hann hevði tó verið nógv skaddur frammanundan, og formurin var ikki tann besti. Men renna vildi hann. Og tað skuldi so seinni vísa seg at vera ein sera skilagóð avgerð.

Tí liðkappingin gjørdist tann mest spennandi nakrantíð. Isle of Man vann tó greitt við at gerast nummar 1 og 8 (=9). Men so var øgiliga javnt. Vertirnir av Gibraltar vórðu nummar 6 og 7 (=13) og vunnu silvur. Síðan komu Guernsey við nummar 2 og 12 =(14), Gotland við nummar 3 og 11 (=14), Hetland við nummar 4 og 10 (=14) og Føroyar við nummar 5 og 9 (=14). Vit hildu at spælið var tapt, tí vit væntaðu at teir, ið høvdu fyrsta mannin á mál høvdu vunnið. Men við eitt hoyra vit, at føroyska liðið verður rópt til sigurspallarnar. Frøin var stór, nú vit skiltu, at tá tað stóð á jøvnum, var tað triðji maðurin, sum taldi. Og av teimum var Niels Jákup tann fremsti.

Ein stuttlig søga í hesum sambandi er, at undir allari renningini skuldi Niels Jákup kasta sær av vatninum. Einaferð støðgaði hann á og ornaði síni ørindi. Hesa løtuna fór ein gotlendingur strúkandi fram við honum. Men tað varð ikki hugsað so nógv um tað. Seinni í renningini fekk Niels Jákup gotlendingin aftur, og uttan at nakran teirra vardi tað, kom júst hesin tvídysturin at avgera bronsuna til føroyskan fyrimun.

Sigursdansur Gib
Stór var frøin og føroyska liðið fór dansandi allan vegin fram til sigurspallarnar

Sigursrenning Gib

 

 

 

 

 

 

 

 

Eftir heiðursmerkjahandanina helt veitslan á fram við sigursrenning runt breytina

Stóra hetjan á føroyska liðinum var tó Heri Ziska. Í 1993 hevði hann vunnið sítt fyrsta oyl-heiðursmerki, tá hann van silvur í klingrukasti. Hóast hann hesuferð ikki hevði sína bestu kapping við klingruni, megnaði hann kortini at verja silvurmerkið (43,74 m). Harafturat megnaði hann  eisini at vinna silvur við hamaranum við einum longum kasti út á 47,53 metrar. Og sum um tað ikki var nokk, vann hann eisini eitt bronsumerki í kúluvarpi. Úrslitið varð 12,92 m.

Liðmynd Gib

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
Aftast: Jørgen Meitilberg, Heri Ziska, Hallur Holm og Freddie Poulsen. Fremst: Niels Jákup Jakobsen, Regin Reinert og Guttorm Sørensen.

Sum sæst á myndini er tað Heri Ziska, sum hevur mest at flenna eftir. Og einki løgið í tí. Vit trimum heiðursmerkjum gjørdust hesir oyggjaleikirnir fram úr væleydnaðir fyri hann. Ja, alt ferðalagið var sera væl nøgt við úrslitini. Bert 12 cm hjá Jørgeni restaðu í, at alt liðið kom heim við heiðursmerkjum. Og tað bleiv tað eisini gjørdur ein sangur um.

Til hesa myndatøkuna var tað ein, sum spurdi ein annan: “Tú hevur so nógv heiðursmerki… kann eg ikki læna eitt til myndina?” Svarið var stutt og greitt og eitt eitt-stavilsisorð við eysturoyardialekt. Um tað er sanginum, tí stutta svarinum ella onkrum heilt øðrum vit flenna eftir, tori eg ikki at siga.

Hallur Gib

 

 

 

 

 

 

Áskoðarafjøldin hendan seinasta dagin var metstór. Fótbóltslandsliðið hjá Gibraltar skuldi spæla finaluna og fólk vóru á gosi við floytum og rópum. Ein sera minniligur dagur fyri ein ungan havnardrong.

2 viðmerkingar

  1. Skidegott Hallur, sera áhugaverd frásøgn. Tó sakni eg úrsliti hjá NJJ á 1/2 marathon, er tað tøkt?

  2. Hallur says:

    Tað var 1.23.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>