17 – Hvar bleiv hann av – Steindor Hjaltalin?

Skrivað hevur

Tá vit ferðast runt landið til rennikappingar, kann tað mangan tykjast, sum ein stór familjuútferð, har allir familjulimirnir hittast kapping eftir kapping. Men hetta er bert partvíst rætt. Tí tað fer alla tíðina ein lítil útskifting fram í stóru rennifamiljuni. Og hyggja vit í ein úrslitalista, sum er tvey-trý ára gamal, varnast vit skjótt, at har eru nøkur nøvn, sum vit ikki síggja so ofta longur. Ella kanska als ikki.

So hóast nakrir rennarar kappast alt lívið, eru kanska fleiri rennarar, sum eru komandi og farandi. Og orsøkirnar til bæði at byrja og at enda kunnu vera so sera ymiskar. Eitt tiltak, sum hevur lokkað mangan rennaran út úr buskinum, er firmakappingin í flaggdagsrenningini hjá Bragdinum. Í 2001 høvdu teir hjá Shell í Havn mannað lið til flaggdagin, og hetta gjørdist startskotið hjá m.a. Steindor Hjaltalin til nøkur ár við nógvari rennivenjing og kappingum.

Saman við Trygva Hansen meldaði hann seg í Bragdið, og í nøkur ár luttóku teir í so at siga hvørjari kapping. Og aðrir starvsfelagar tóku skjótt undir. Hákun Djurhuus, Dorian Petersen, Jón Johansen og Palli Petersen sóust altíð onkustaðni rennandi. Steindor, sum er føddur í 1949, var sostatt farin um tey fimti, tá hann byrjaði at kappast. Framstigini vóru ógvuslig, og brátt rann hann góðar tíðir fyri sín aldur. Men sjálvandi var ikki lætt at kappast við rennarar í besta aldri.

Tá var tað, at Steindor byrjaði at tosa um at stovna ein serligan aldursbólk til teir eldru. Og soleiðis kom í lag, at vit í dag hava teir sera væl umtóktu veteran- og nú eisini superveteranbólkarnar, sum ivaleyst eru við til at gera kappingarnar stuttligari fyri øll. Og Steindor vann eisini mangt eitt heiðursmerki. Fyrst í veteranbólkinum, og seinni hjá superveteranunum.


Steindor við bronsumerkinum eftir Vetrarkapping í Havn er klárur at rætta lógvatak við Jens R. Weihe og Óla Olsen.

Fyri fýra árum síðani varð Steindor uppsagdur hjá Magn. Hetta bleiv ein tung tíð at koma ígjøgnum, og hugurin at venja hvarv. Ella tað var kanska meira orkan at venja, sum hvarv. Hugurin var har. Onkuntíð fór hann á rennibandið í Bragdarhúsinum at venja. Men eftir bara nakrar heilt fáar hundrað metrar, fór hann av bandinum og í bað. Hetta hendi fleiri ferðir, inntil hann gavst heilt. Í dag venur Steindor í Yndi. Hann venur bæði á rennibondunum og styrki á teimum ymisku maskinunum. Tað kann enn henda, at hann gevst at renna eftir einari løtu, men hann er ikki so mótfallin longur. Spurdur um vit síggja hann aftur til kappingar, er hann ikki heilt noktandi. Hann hevur m.a. hugsað um at koma við til HM í ½ maraton.

FÍF takkar Steindor fyri prátið við ynskjum um eini gleðilig jól, og vit vóna hann aftur ferð at finna gleðina við at renna.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*