18 – Føroya skjótasti maður er…..

Skrivað hevur

Undir lúku 11 liggur søgan um Føroya skjótastu kvinnu, og tí haldi eg, at tað eisini er hóskandi at hava eina søgu um Føroya skjótasta mann nakrantíð. Og kanska onkur eisini gerst ovfarin, um hvør hesin maðurin er. Tað eru eftir hondini nøkur ár síðani eg frætti um eina gamla spurtarakarrieru á sera høgum stigi. Og satt at siga varð eg sjálvur ovfarin av hesum, og havi leingi ætlað at greiða eitt lítið sindur frá hansara avrikum.

Og hvat kann tá verða meira hóskandi, enn at maðurin við jólamansskegginum, sum selur góðar jólagávur á Káta Horninum, fær sína egnu lúku í jólakalendarnum hjá FÍF? Jú, tit hava gitt rætt. Skjótasti maðurin nakrantíð í Føroyum er vanliga at síggja í Tutl-handlinum og eitur Kristian Blak. Fyrst í 70’unum umboðaði Kristian AGF, sum ár um ár hevði ein harðan tvídyst við Skovbakken um danska meistaraheitið í frælsum ítrótti. Á liðinum hjá Skovbakken var legendariski miðteinarennarin Tom B. Hansen, sum hevði flest øll tey donsku meiðteinametini, og tann ikki minni legendariski hæddarleyparin, Jesper Tørring, sum enntá gjørdist evropameistari í hæddarlopi í 1974.


Her er hann: Føroya skjótasti maður! Fyri 41 árum síðani rann hann 100 m uppá 10,8 sekund!

Men AGF-liðið hevði eisini sínar stjørnur. Har vóru umframt Kristian Blak eisini kastararnir Kaj Andersen og Erik Fisker og rennararnir Wigmar Petersen og Claus Børsen. Claus Børsen, sum m.a. hevur runnið 3.000 m. forðarenning til olympisku leikirnar, kom eg sjálvur at kenna eitt sindur, tá eg rann í Odense. Claus rann tá framvegis, og var tá um 55 ára gamal.

Kristian Blak byrjaði sum 400 m rennari. Hann fekk rímilig úrslit, men tað var ikki fyrr enn hann fór at renna 100 m og 200 m, at tað veruliga fór at bragda. Og tað við lít. Frá at renna um 50-51 sekund á 400 m, fór hann at renna undir 11 sekund á 100. Besta árið var 1972, har øll hansara persónligu met eru sett. Metini eru hesi:

  • 100 m – 10,8 sek – 18. juni 1972
  • 200 m – 22,6 sek – 27. juni 1972
  • 400 m – 50,?? – 1972
  • longdarlop – 7,10 m – 11. mai 1972

Øll hesi úrslitini komu til høldar eina tíð, har Kristian hevði úr at gera. Hann var tá 25 ára gamal studentaskúlalærari í Fredericia. Afturat vanligu undirvísingini, undirvísti hann eisini í ítrótti, so hann endaði nærum við at hava tvífalt tímatal. Harafturat átti hann eina skonnart, sum hann brúkti nógva tíð uppá. Kristian greiðir frá, at í einari kapping fekk hann tríggjar hondstøðgaðar tíðir. Ein var 10,5 sek, ein var 10,6 sek og tann seinasta 10,8 sek, sum so eisini bleiv staðfest.


Kristiani dámar væl føroysku náttúruna og ikki minst er hugurin góður at sigla. Hesin túrurin við Norðlýsinum man ivaleyst minna hann á góðar dagar umorð á eganri skonnart.

Tíðirnar hjá Kristiani liggja væl undir galdandi føroysku metunum, sum Heini Hátún eigur. (100 m – 11,27 sek, 200 m – 23,00 sek) Spurningurin er so, hvussu langt Kristian kundi komið, var hann ikki fluttur til Føroya sum 26 ára gamal. Tá var so at siga eingin frælsur ítróttur í Føroyum, og umstøðurnar eisini fullkomiliga ómøguligar. Kortini royndi Kristian at venja eitt sindur við dreingjunum uppi á Studentaskúlanum, og ein serliga skjótan ungling, sum hann minnist er Leo Poulsen. Nólsoyingurin, sum seinni gjørdist eitt gott vápn í B36-álopinum fyrst í 80’unum.


Tað svitast ikki, at tað er frá tónleikinum, at vit kenna Kristian Blak.

Tað er nú long tíð fráliðin síðani Kristian Blak var millum allarbestu spurtararnar í Danmark. Og tá vóru heldur ikki so nógvar myndir tiknar, sum nú á døgum. Kristian hevur roynt at fingið onkra mynd frá AGF, men hetta hevur ikki eydnast – enn. Men kemur myndin, verða tit ikki snýtt fyri at síggja Føroya skjótasta mann in action.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>