19 – Tá Guttorm vann Reykjavík ½ marathon

Skrivað hevur

Undir lúku 2 lá søgan um ein stóran føroyskan sigur uttan fyri landoddarnar. Hetta var søgan um Bjørk Herup Olsen, sum vann kapping í Reykjavík International Games. Aftur í dag er søgan um stórfingnan og forkunnugan sigur uttanlands og aftur er talan um um kapping í brøðratjóð okkara, Íslandi.

Seinnu árini hava alt fleiri og fleiri føroyingar valfartað yvir til Íslands at luttaka í Reykjavíkar Marathon, sum verður fyriskipað í sambandi við mentunnarvikuna hjá teimum. Ein ørgrynna av útlendingum koma úr øllum heiminum at renna bæði maraton, hálvt maraton og 10 km. Eisini hava tey barnarenning á skránni, og seinnu árini hava íalt verið um 7.000 luttakarar, og sum sagt eisini nógvir føroyingar.

GS, JL og Harry RM 2001
Guttorm var ikki heilt einsamallur føroyingur í Reykjavík. Vinstrumegin er tað Jonhard Larsen,
sum her er nýbyrjaður at renna og høgrumegin er tað góði gamli Harry Hansen, sáli.

Men so var ikki í 2001. Guttorm Sørensen var farin til Íslands at ferðast kring landið í bili við familjuni, og hevði passað sær løgir at luttaka í Reykjavík ½ Marathon á leiðini. Men fyrst skulu vit aftur til tíðliga í 2001, tá fyrireikingarnar til oyggjaleikir í 2001 stóðu uppá tað harðasta. Alt gekk sum tað skuldi. Nógv venjing og formurin har eftir. Kappingarnar gingu enn betur enn væntað og vónað, og bæði til Várkappingina í Runavík og á Flaggdegnum rann hann sínar bestu tíðir. Men so hendir tað sum ofta hendir, tá tað gongur allarbest. Á ferðini til Dortmund at hyggja eftir UEFA-Cup finaluni milllum Liverpool og Alaves var eisini nógv venjing.

Alt sá út til at ganga uppá stás. Á Westfalenstadion vann Liverpool 5-4 eftir umdyst og golden goal, og so skuldi farast til Esbjerg at venja. Men her endaði spælið. Hann fekk skaða í tjúkkan, og allar tær góðu fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar fóru fyri bakka. Úrslitini á Isle of Man gjørdust einki serlig. Nr. 10 á 10.000 við 34.03 og nr. 13 á ½ maraton við 1.18.43 á einari sera tungari rutu.

GS og JES eftir RM 2001
Og sjálvandi var sonurin Jan Elmar eisini við til barnarenningina!

Tað byrjaði at ganga frægari, og á ólavsøku og til FM vóru úrslitini blivin góð aftur, so Guttorm helt at hann skuldi royna at renna eitt frægari ½ maraton í Reykjavík enn á oyggjaleikunum. Reykjavík Marathon var ikki eins stórt tá, sum tað er nú. Gott og væl 1.000 rennarar fóru avstað út á tær tríggjar ruturnar – 10 km, ½ maraton og maraton. Fleiri kenyanskir rennarar vóru at síggja, so man væntaði ikki tað stóra. Øll byrjaðu samstundis, so tað var eitt sindur ringt at vita, hvørjum man rann ímóti.

GS rennir RM 2001
Renningin gekk væl hendan dagin

Tá ið 10 km rennararnir vórðu beindir móti málinum, varnaðist Guttorm brádliga, at hann var fremstur av øllum rennarunum. Kenyanarin John Rotich hevði runnið eitt sindur skeivt, og varð endaður nakað aftanfyri Gutta, sum nú hann lá á odda, veruliga hevði fingið vind í seglini. Hann rann einsamallur á mál væl fremstur í ensom majestæt til stóra frøi fyri íslendsku áskoðararnar. Professionelli kenyanarin John Rotich mátti taka til takkar við at gerast nummar tvey.

GS rennir á mál RM 2001
Sigurssælur hevjar Guttorm armarnar og spreingir málbandið! 

Tíðin hjá Guttormi gjørdist 1.16.16, og endaði harvið meira enn tveir minuttir framman fyri nr. 2. Jonhard Larsen hevði tíðina 1.29.41 og Harry Hansen hevði 1.40.16! Úrslitalistin sæst her: http://afrek.fri.is/Afr/afr2001/rm01-hal.htm .

GS eftir mál RM 2001
Guttorm kann  saktans hevja armarnar eftir slíkan sigur.

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingar vinna stórar kappingar úti í heimi. Vinningurin var ein flogferðaseðil úr Reykjavík til meginlandi tur-retur. Um hann nakrantíð fekk høvi at brúka hendan ferðaseðilin, dugi eg ikki at siga.

 

   

4 viðmerkingar

  1. PR hjá hasum John Rotich er í dag 1:03:49 á ½-marathon og 29:43 á 10 km 🙂

    http://www.all-athletics.com/node/56115

  2. Jonhard Larsen says:

    Eg minnist, tá ið heiðursmerki skuldu handast í býráðshúsinum møtti hesin góði John Rotich ikki upp. Allarhelst fornermaður 🙂

  3. Nemliga, Jonhard. Tað minnist eg eisini 🙂

  4. Hallur Holm says:

    Eg eri ikki heilt vísur í, at tað er tann sami John Rotich, Jan Elmar. Ein er føddur í 1964 og ein annar í 1968. Men munnu teir sjálvir vita, nær teir eru føddir? 😉

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*