Home Jólakalendari 2013 2 – Tá Bjørk vann altjóða kappingina í Reykjavík

2 – Tá Bjørk vann altjóða kappingina í Reykjavík

by Hallur Holm

Í januar verða longu fýra ár síðani, at Bjørk Herup Olsen vann 1.500 meturin á Reykjavík International Games. At Bjørk fór at vinna hendan dagin, hevði eingin roknað við. Og so als ikki íslendsku fjølmiðlarnir, sum gjørdus sera skakkir, tá Bjørk móti endanum í einum rimmar spurti tók seg ein sentimetur fram um Fríðu Rún Thordardóttir, sum annars segðist vera ósigrað í Íslandi í fleiri ár. Fríða Rún er framvegis millum fremstu rennarar í Íslandi, og var nr. 2 av íslendsku kvinnunum nú, tá NM í cross var í Reykjavík.

Kappingin á 1.500 m varð víst beinleiðis í íslendskum sjónvarpi, og til 3-2 sendingina  mánakvøldið eftir, hevði KVF fingið hetta brotið frá RUV: http://www.youtube.com/watch?v=k41FyokaRro – eitt filmsklipp, sum øll renniáhugað eiga at síggja til enda.

Eitt annað, sum er sera áhugavert við hesi kapping er, at unga Anita Hindriksdóttir her er við í síni fyrstu stóru kapping. So hóast Bjørk júst er fylt 18 her, so er hon væl eldri enn 13-14 ára gamla Anita, sum í summar gjørdist Evropameistari á 800 m fyri ung undir 20 ár. Eisini var Anita við í Golden League-kappingini DN-Galan í Stokkhólmi í summar.

Nógvir føroyskir íðkarar hava kappast í innandurahøllini í Reykjavík og hava sæð Anitu við tí nógvu ferðini og serstaka rennilagnum.

Um alt gongur sum ætlað, kemur Bjørk til Føroya fríggjadagin, og verður væntandi við til TF VK3 leygardagin.

BJORK SPURTAR RIG 2010

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Bjørk og Fríða Rún í spennandi spurtuppgerð.

Anita Hinriksdóttir er millum heimsins bestu í dag.
FÍF.fo hevði hesa greinina eftir góða úrslitið: http://www.fif.fo/?p=2485

 

0 comment
0

Related Articles