20 – Dreingirnir hjá Hera

Skrivað hevur

Tá tosað verður um ung og ítrótt, er ein afturvendandi trupulleiki, at nógv ung gevast við ítróttinum tá tey eru komin nakað inn í tanárini. Skúli og arbeiði fara at krevja meira av tí einstaka, og onnur ting í lívinum gerast meira spennandi, og ítrótturin kemur í aðru ella triðju røð, ella verður heilt settur til síðis.

Í Hvirluni er ein bólkur av 18-20 ára gomlum unglingum, sum hava hildið saman stórt sæð síðani teir byrjaðu við frælsum ítrótti beint eftir at reyða gummið varð lagt á Tórsbreyt. Fyrst Hans Hjørleivur Hansen, síðan kollfjarðabrøðurnir Helgi og Steinolvur Geyti, so Hanus Bergsson og Hallur Simonsen. Stutt eftir Trygvi Laksafoss og Bjarni K. Petersen og nakað seinni aftur Tummas Napoleon Arge og Rúni Jacobsen. Av hesum níggju 14-16 ára gomlu dreingjunum, sum byrjaðu í 2009 – 2010, er bert Bjarni fallin frá.


Helgi Geyti vísti heilt tíðliga góð evni til spjótkast. Her til FM í 2009

Venjari teirra frá fyrsta degi hevur verið Heri Ziska. Og hann hevur við góðari og fjølbroyttari venjing skapt trivnað fyri hesar ungu dreingirnar. Kemiin millum teir allar hevur verið sera góð, og samanhaldið er bara blivið betri og betri. Serliga hava tað verið árligu Íslands-túrarnir, sum hava verið við til at samansjóða hesa eindina av einstaklingum, sum kunnu tykjast so ymiskir, men sum tó hava so nógv til felags. Aðrar venjingarlegur, t.d. í Skálavík og Våxjø hava eisini verið stimbrandi. Samanhaldið er vorið so mikið stórt, at teir í dag allir eru vinmenn uttanfyri ítróttin eisini.


Teir loypa og kasta, men eru sanniliga eisini stinnir til spurtin. Hetta er 4×100 stafettliðið, við Øssur Debes Eiriksfoss, Trygva, Hansusi og Hallir

Fyri 4-5 árum síðani var frælsur ítróttur spildurnýtt fyri teir. Teir komu inn í ein heim, sum teir einki kendu til. Hetta var spennandi og læruríkt. Nógvar ymiskar kappingargreinar, nýggir vinmenn og nógvur nýggjur lærdómur. Heilt skjótt vóru framstigini so stór, at teir fyrstu sóust í talentbólkinum hjá FÍF. Fyrst Trygvi í hæddarlopi, síðani Hanus og Helgi í spjótkasti og Hallur í klingrukasti. Til DM fyri Ung í 2012 vóru eisini fleiri úr Hvirluni á heiðursmerkjapallinum. Og síðsta summar gjørdist Trygvi so tann fyrsti av teimum at umboða Føroyar á oyggjaleikunum. Men tað verður hann neyvan einsamallur um, tá farið verður til Jersey í 2015. Tí tá sita kanska fimm av teimum í flúgvaranum.


Hvirludreingir liggja ikki bara á løtu síðuni

Eitt er, at Hvirlan hevur ein stóran ungdómsbólk við sterkum íðkarum. Annað er so tað, at teir næstan allir samlir longu nú hava tikið flestu venjaraskeiðini í svensku útbúgvingarskipanini, umframt venjaraskeiðini hjá ÍSF. Teir hava heldur ikki bara tikið skeiðini. Teir hava eisini tikið ábyrgdina, og eru allir virkandi ungdómsvenjarar í felagnum. Sigast má, at hjá so ungum felagi í so nýggjari ítróttargrein, er tað ein sonn gáva bæði til felagið, men eisini til allan frælsa ítróttin.


Aftast: Hallur, Øssur, Helgi, Hanus. Fremst: Trygvi, Tórur, Tummas Nap.


Helgi, Hallur og Heri. Prísurin  fyri at vera góður venjari er alla lønina verdur í silvuri. Dreingirnir hjá Hera eru nú menn, og eitt (tiltrongt?) ættarliðsskifti í klingrukasti er farið fram eftir 24 ára Ziska-dominans!


15 ára gamli Tórur Mortensen er nakað yngri enn hinir, men hann er sanniliga eisini ein partur av hørðu kjarnuni, og eisini oyl-kandidatur til Jersey

Grundsúlurnar í Hvirluni eigur onkur annar kanska, men dreingirnir hjá Hera eru sum topp-atletar, fyrimyndir, venjarar og nevndarlimur bæði stáldragari og stórviður í felagnum, sum sær út at eiga eina bjarta framtíð saman við hesum dreingjum.

Ein viðmerking

  1. Hallur says:

    Ein lítil rætting er komin til greinina. Tummas Napoleon var millum fýra teir fyrstu av hasum gørpunum. So er tað komið upp á pláss.

    Hallur

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*