21 – Forkunnug søga av Frælsinum

Skrivað hevur

Tað sigst at tíðin fram móti jólum gongur sera skjótt. Dagarnir eru stuttir og nógv skal fáast frá hondini. Jólakalendarin hjá FÍF er í ringum formi, men roynir at hanga í – soleiðis einar 20 tímar aftanfyri…..

Fyrsta føroyska ítróttarárbókin kom út í 1972. Tað vóru teir báðir Sam Jacobsen og Ejler Johannesen, sum fingu bókina í lag. Ætlanin var upprunaliga, at hetta skuldi verða ein fótbóltsbók burturav, men eftir at hava tosað við nógv ítróttarfólk, broyttu teir meining, og tóku fleiri ítróttargreinar við. Hvussu var statt við frælsa ítróttinum hesa tíðina dugi eg ikki at siga, men í øllum førum verður í tekstinum greitt frá, at tað er Bragdið við formanninum Dánjal Jákupi Thomsen á odda, sum skipar fyri kapping á Læraraskúlavøllinum. Læraraskúlavøllurin hevur verið rættiliga nýggjur í 1972, og har var 100 m kapprenningarbreyt við grúsi. Har var eisini lopgrøv við atlopsbreyt til longdarlop, og man ikki útgerð til hæddarlop eisini hava verið til staðar? Minnist meg rætt, var eisini kastiringur til kúluvarp.

At hetta hevur verið forvitnisligt tá, er lítið at ivast í, tí áskoðaratalið sær út til at vera á heilt góðari leið. Tíverri er einki at frætta um, hvørjar kappingargreinarnar vóru hendan dagin, og enn minni verður sagt frá úrslitum. Kortini haldi eg hetta vera sera forkunnugt og væl og virðiliga eina lúku í jólakalendaranum vert.

Frælsur Frælsi

Vit síggja, at høvundurin kallar ítróttargreinina “fríur ítróttur”. Í eftirmælinum í bókini nevna teir tað tó “frælsur ítróttur”.

Frælsið liðmynd

Eftir góða hjálp av facebook og her á síðuni, eru vit komin fram til hesi nøvnini á myndini: Teir fimm fremstu f.v.: Manne Persson, Kári Thorsteinsson, Gordon Ejdesgaard, Hallur Andreasen og Suni Poulsen. Teir tríggir aftaru f.v.: Sjúrður Guttesen, Hans Tausen (?) og Dánjal Jákup Thomsen, form. í Bragdinum.

 

 

 

2 viðmerkingar

  1. Frá vinstru aftast: 1. Sjúrður guttesen, 2. ókendur, 3.Dániel Jacob Thomsen
    Frá vinstru fremst: 1. Manne Persson, 2. Kári Thorsteinsson, 3. Gordon (ella Kim) Ejdesgaard (?), 4.Hallur Andreasen 5. Suni Petersen.

  2. Gordon Ejdesgaard says:

    Á myndini sæst millum annad undirritadi.

    Sera gott tiltak ikki myndst av formanninum D. J. Thomsen.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*