22 – Bitar úr minnisriti ÍSF’s

Skrivað hevur

Í gjár varð grein funnin fram, har heilt stutt varð greitt frá kapping, sum Bragdið skipaði fyri á vøllinum úti á Frælsinum í 1972. í 1989 gav ÍSF út drúgva minnisritgerð fyri 50-ára stovningardag tess. Havi blaðað aftur og fram í bókaverkinum at kanna, hvat evt. var at finna har viðvíkjand frælsum ítrótti. Sum væntað gjørdist úrtøkan sera soltin. Fyri árið 1946 er ein mynd av Hera Jensen og Palla Gregoriussen við myndateksti, sum staðfestir at Bragdið var endurstovnað eftir kríggið. Síðani skulu vit heilt fram til 1978, har ein mynd er frá skúlaítróttardegnum, og síðani skulu vit fram til 1983, áðrenn frælsur ítróttur aftur verður nevndur:

Forðarenning 1978
Skúlaítróttardagarnir vóru sera væl umtóktir. Fyrstu árini var hann hildin á Læraraskúlavøllinum og seinni í Gundadali. Spell at einki meira spurdist burturúr. Kennist nakar við genturnar á myndini. Kundi verið Niels (Natte) Nattestad, sum stendur við klapp-trænum.

1983
Renning: Petur Petersen úr Klaksvík luttók fyri Føroyar í Copenhagen Cup og Maratonrenning í New York og stóð seg heilt væl. Thurid Petersen úr Klaksvík luttók í renning í Danmark, og henni gekst eisini væl.

Petur Petersen varð fyrsti føroyingur, sum rann maraton, og hann fekk skjótt kelinavni Petur Maraton. Í veruleikanum eigur hann eina lúku í jólakalendaranum fyri seg sjálvan, men tað verður ivalseyst onkur søga skrivað um Petur Maraton her á síðuni í komandi tíðum. So skriva teir eisini um eina Thurid Petersen úr Klaksvík. Man ikki talan her vera um Turid Samró (Petersen), sum Jørleif Kúrberg hevði tikið undir sínar veingir at venja? Turid var sera evnarík innan spurt, miðtein, longdar- og hæddarlop. Tíverri standa hennara úrslit ongastaðni skrásett, men eg havi frætt frá manni, sum hevur sæð hana fyrst standa undir yvirleggjaranum, og síðani leypa upp um hann. So tað er mikið møguligt, at tað í veruleikanum er hon, sum skuldi staðið skrásett sum methavari í hæddarlopi?

1987
Til at umboða frælsan ítrótt varð ítróttafelagið Bragdið endurstovnað í desember 1986. Felagið hevur síðan endurstovnan roynt at virka fyri limir sínar, ið allir íðka renning, teir flestu tey longu strekkini. Størsta og afturvendandi tiltakið er Tórshavn ½ maraton, sum verður fyriskipað hvørt ár flaggdagin. Tiltakið varð fyriskipað fyrstu ferð 25. apríl 1987.

Til at útvega fígging til luttøku í oyggjaleikum á Guernsey skipaði Bragdið fyri 24-tíma renning í Havn, har 10 rennarar skiftust um at renna, so samanlagt varð runnið í eitt samdøgur. Hesar 24 tímarnar varð runnið tilsamans 348 km., og tiltakið gav góðar 40.000 kr. til felagið.

Og her mugu vit aftur loypa fýra ár fram til 1987. Tá eru menn við at fáa skapt gróðrarbotn fyri renning í Havn, og fyrireikingar til oyggjaleikir á Guernsey standa fyri framman. Í Streymnesi búði eini Dani, Erik, sum nakrar ferðir skipaði fyri Saksunarrenning í sambandi við bygdarstevnuna í Hvalvík/Streymnesi.

Saksunnarrenning 1987
Myndatekstur úr bókini: Renning hevur tikið seg fram seinastu árini. Her liggur maratonrennarin Absalon Hansen á odda í Saksunnarrenningini.

(kennist nakar við hinar rennararnar? Kundi verið Bogi Kristiansen av Skála, sum er hálvt fjaldur av næsta manninum?)

1988
Eins og árið fyri varð skipað fyri Tórshavn ½ maraton flaggdagin. Undirtøkan var eins og frammanundan góð. Fyrireikingar vóru til frælsan ítrótt í oyggjaleikum 1989 á Toftum. Tofta ítróttafelag hevði stovnað eina undirdeild fyri frælsan ítrótt, og ein undirdeild fyri frælsan ítrótt varð stovnað í Nes sóknar ítróttafelag, saman við Bragdinum vóru sostatt 3 feløg við frælsum ítrótti.

1988 sær eisini heldur soltið út. Men eg meini har vóru aðrar kappingar eisini. Árið eftir kom breytin á Svangaskarði, og eftir tað er søgan sjálvandi ein heilt onnur. Hinvegin er heldur ikki einki hent longur afturi í tíðini. Havi onkuntíð sitið og blaðað í blaðnum hjá ÍSF, Ítróttartíðindi, og har verður greitt frá ymiskum forvitnisligum kappingum, serliga í fimti-árunum.

Í øllum førum eiga vit at fegnast um tað, sum frælsur ítróttur hóast alt hevur ment seg til í dag. Men samstundis eiga vit at minna okkum á, at vit enn bert eru ávegis, og at tað alla tíðina má leggjast orka í fyri at koma enn eitt fet víðari. Tíbetur eru nógvar kreftir kring landið, sum vilja okkara ítrótti tað besta, og sum eisini offra nógva tíð og orku til hetta arbeiði.

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>