23 – Konubrotini í 1999

Skrivað hevur

Tað skuldi taka sína tíð, áðrenn kvinnurnar veruliga fóru at gera vart við seg í frælsum ítrótti. Fyrstu oyggjaleikirnir á Isle of Man í 1985 og á Guernsey í 1987 vóru uttan føroyskar kvinnur. Til leikirnar í Føroyum vóru fleiri kvinnur við, og tað eydnaðist enntá Magnu Thomassen at vinna bronsu í klingrukasti. Síðani var ein kvinna við í 1991, og so skuldu ganga heili átta ár, áðrenn vit aftur fingu kvinnur á liðið. Og enntá tríggjar. Tað vóru rennararnir Sunniva Bjarnastein og Rigmor N. Arge og kúluvarparin Ingibjørg Poulsen.

Oylliðið 1999

Liðið í 1999: Aftast f.v.: Guttorm Sørensen, Sunniva Bjarnastein, Ingibjørg Poulsen, Rigmor N. Arge og Sølvi R. Hansen. Fremst f.v.: Freddie Poulsen, Ási Mikkelsen, Heri Ziska, Heini Hátún og Niels Jákup Jakobsen, leiðari.

Og tær vóru ikki bara komnar at hugna sær. Tí tá alt var gjørt upp, høvdu tær íalt vunnið trý silvur- og tvey bronsumerki! Og hetta var fyri tað mesta vunnið í beinhørðum kappingum. Á 5.000 m endaði Sunniva á bronsuplássinum við 19.01,1 min – neyvt somu tíð sum silvurvinnarin, men dømd at vera aftanfyri. Og bert tvey sekund aftari kom fjórða kvinnan á mál! Aftur á 10.000 m gjørdist spennandi. Grønlendski vinnarin endaði við 40.27,77 min neyvt eitt sekund frammanfyri Sunnivu, sum fekk 40.28,77 min. Her kom Rigmor á sætta pláss við 41.29,09.

Rigmor Gotland
Ein topptrimmað Rigmor klar til dyst. Manglar bara eitt B framman fyri nummarið

Tað sá spennandi út innan ½ maraton. Rigmor var kend fyri at renna við næstan somu ferð, um hon rann 10 km ella ½ maraton, og við góða forminum hjá Sunnivu, vóru heiðursmerkjavónirnar fyri liðið eisini góðar. Eisini hendan kappingin endaði við heiðursmerkjum – enntá tveimum. Rigmor rann seg til eitt trygt silvurmerki við 1.29.09 t., meðan Sunniva við 1.32.50 og einum fimtaplássi, var við til at tryggja liðinum silvurmerki aftanfyri Jersey, sum átti bæði fyrsta og triðja rennaran á mál.

Sunniva-RigmorRigmor og Sunniva til silvurheiðursmerkjahandan eftir liðkappingina í ½ maraton

Triðja føroyska kvinnan, sum fekk oyggjaleikadebut í 1999, var kúluvarparin Ingibjørg Poulsen. Og vóru kappingarnar hjá Sunnivu javnar, so var kappingin hjá Ingibjørg uppaftur javnari. Tí bæði nr. trý, fýra og fimm endaðu við úrslitinum 10,50 metrar. So varð farið at hyggja eftir, hvør átti næst longsta kastið, og her var Ingibjørg stinnast við 10,44 m, og so var hennara fyrsta oyl-kapping endað við einum heiðursmerki.

Ingibjørg
Ingibjørg Poulsen vann bronsu í síni fyrstu oyl-kapping. Hon eigur føroysku metini í kúluvarp (10,92 m) og klingrukast (30,05 m)

Menninir vildu tó ikki standa aftanfyri kvinnurnar, og enn sum áður var tað Heri Ziska, sum var garantur fyri heiðursmerkjum. Í klingrukasti vann hann ein lemjandi sigur! Hann hevði ikki bara besta kastið í kappingini, men eisini tað næstbesta, triðbesta, fjórðbesta, fimtbesta og tað sjeyndbesta!! Betur kann tað illa gerast. Kappingin í sleggjukasti var sera hørð, og tað kravdi nýtt føroyskt met at vinna bronsu! Seinasta kastið hjá Hera í kappingini – 48,92 m – er enn í dag føroyskt met.

Heri GotlandHóast 3’arin er sponsor, roynir Heri at smoyggja eitt gullmerki um hálsin. Tað eydnaðist til fulnar!

Seinasta heiðursmerkið á Gotlandi kom í longdarlopi. Tað var Ási Mikkelsen, sum skuldi royna at verja sítt gullmerki frá Jersey 1997. Og hetta var ikki so langt frá at eydnast, var tað ikki fyri einum sterkum Rodos-manni. Men við 6,96 metrum bleiv talan um eitt trygt silvurmerki.

Annars stóðu vit okkum rættiliga væl í 100 m kappingini hetta árið. Ási Mikkelsen (11,52) og Heini Hátún (11,56) komu báðir í semifinaluna, eftir at hava kappast við 27 spurtarar innleiðandi. Teir endaðu í hvør sínari semifinalu. Heini rann fyrst 11,51 og bleiv nr. 4. Síðan rann Ási 11,46. Hann bleiv eisini nr. 4, men hansara tíð var kortini akkurát nóg góð, til at hann kom við í finaluna. Her rann hann aftur 11,46 og endaði á sætta plássi.

Grasplena GotlandSjálvandi skuldi alt stemma til fulnar. Til tað endamálið var sjálvur Ólavur Hátún innkallaður!

Niels Jákup Gotland

“Og leiðaron er við…….ja øll kenna Sjákup……

Lið á breytHugni og samanhald

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*