24 – tvey gullmerki á Bermuda

Skrivað hevur

Ongantíð nakrantíð hevði ein føroysk kvinna vunnið eitt gullmerki í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum innan seinastu leikirnar á Bermuda. Men soleiðis er ikki longur. Nýggja stjørnuskotið í føroyskari kvinnurenning tók øll á bóli, og vann tvey gullheiðursmerki í stórum stíli. Fyri einum ári síðani vóru tað tey fægstu, sum kendu rennaran Valborg Heinesen. Gaman í hevði hon vunnið Tórshavn ½ Marathon, Kvinnurenningina og onkrar stevnurenningar, men tíðirnar vóru tá ikki nóg góðar at sleppa við til oyggjaleikir.


Fyri at sleppa undir lúku 24, er tað sjálvandi eitt krav, at man er ein seriøsur nissurennari!

Men so gekk skjótt fram á. Renningin bleiv framraðfest, og ein dugnaligur venjari settur á uppgávuna. Nógv og miðvís venjing byrjaðu skjótt at geva úrslit, og skjótt kláraði hon oyggjaleikakravtíðir, og væl meira enn tað. Tvær kappingar í vár góvu ábendingar um, at vit fóru at hava ein rennara við væl framman fyri miðjuna. Og tá vit so hugsaðu um liðkappingina á ½ maraton við Bjørk og Valborg, var tað ringt at síggja, hvussu tað ikki kundi geva heiðursmerki. Men Bjørk fekk skaða, og kundi tí ikki koma við.

Í staðin var Valborg einsamallur føroyskur langteinarennari hjá kvinnunum, sum longu fyrsta kvøldið skuldu renna 10.000 metrar. Hendan kappingin gav fyrsta gullmerkið nakrantíð til føroyska kvinnu í frælsum ítrótti. Og tað var ein lemjandi sigur, har Valborg rann teir seianstu 5.000 metrarnar uppá 18.06 min!! Heimasíðan hevði drúgva frágreiðing frá kappingini, og tey, ið hava hug at enduruppliva kappingina, skulu ikki óttast, men bara trýsta á hesa slóðina: http://www.fif.fo/?p=7242 – har eru eisini nakrar góðar myndir!


Eingin megnaði at fylgja Valborg, tá hon seinastu umførini veruliga setti ferð á

Seinasta dagin var so ½ maraton á skránni. Sólin bakaði niður, og luttakararnir sluppu at standa og steikja í sólini eitt korter, áðrenn startskotið varð latið av. Valborg var eftir sigurin á 10.000 metrum, nú millum hinar mett at vera stóri favoritturin, og hon var tann, sum allar hinar eygleiddu. Og virðingin fyri Valborg var stór. Eingin tordi at renna fram um Valborg, sum bara rann róliga fyrstu løtuna. Komnar á 10 km vóru bert tvær sum fylgdu við. Tær vóru báðar av Isle og Man, og onnur teirra, Gail Griffiths, var tvey’arin frá 10.000 m kappingini. Hendan góða Gail Griffiths hekk framvegis í Valborg eftir 16 km, men á 19 km var longu komið stórt hol, og alt var avgjørt. Á málinum var ein heilur minuttur á muni millum tær, og Valborg hevði nú vunnið sítt næsta gullmerki!


Við sínum sigrum kom Valborg rættiliga í brennidepilin

Sterku úrslitni førdu til, at FÍF valdi at senda Valborg til norðurlandameistaraskapið í lendisrenning (cross), sum var í Íslandi í november. Og aftur her stóð Valborg seg sera væl. Hon var frammanfyri allar tær fimm íslendsku kvinnurnar, og var heilt nær við at taka tað einu donsku. Ikki var langt fram til breiða skaran við bestu norðurlendsku rennarunum, og við einum ári av miðvísari venjing afturat, kann tað gerast sera spennandi at síggja, hvussu langt tá fer at røkka.


NM í lendisrenning 2013: Valborg togast við danska landsliðsrennaran Nanne Bagger, sum at enda tók 4 sekund frá Valborg


Góðu úrslitini hjá Valborg, hava ført til serliga stuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar

Hetta gjørdist so seinasta søgan í jólakalendaranum í ár, og jólakalendarin fer nú í summarferiu! Nógvar søgur liggja eftir, og fleiri eru teir persónar og tey avrik, sum áttu at verið við,men sum sjálvandi kunnu koma í jólakalendaran næsta ár, um hann er komin aftur úr summarferiu tá. Jólakalenarin endar hesar frágreiðingar við at ynskja tykkum framhaldandi gleðilig jól.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>