Home Jólakalendari 2013 3 – Hvar bleiv hann av – Jóan Karl?

3 – Hvar bleiv hann av – Jóan Karl?

by Hallur Holm

Fyrst í hesi øldini gjørdust vit varug við ungan rennara, sum stóð seg avbera væl í stevnurenningunum kring landið. Talan var um unga kollfirðingin, Jóan Karl Joensen, sum vann eitt ótal av kappingum í yngru aldursbólkunum, og sum longu í 2004 sum 17 ára gamal vann sítt fyrsta FM-heiti á 800 m, tá hann breyt longu sigursrøðina hjá Evaldi við Garð.

Jóan Karl var partur av talentbókinum, tá hesin av fyrstan tíð varð stovnaður. Til venjingar var hann altíð undangongumaður og tók allar venjingarnar 100 prosent í álvara. Í 2005 var hann við í Hetlandi til sínar fyrstu oyggjaleikir, og rakk tá einum finaluplássi. Jóan Karl var eisini partur av oyggjaleikalandsliðunum á Rodos í 2007 og Álandi í 2009. Árini frá 2003 til 2009 var Jóan Karl við til nógvar kappingar í Íslandi og í Svøríki við stak góðum úrslitum, og okkurt bólkametið stendur enn eftir. Men síðani tá hevur ikki verið nógv at hoyra um Jóan Karl.

Onkur minnist kanska rokilsið í Mentamálaráðnum, tá tað vísti seg, at miðnámsútbúgvingin í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna ikki kundi góðkennast til víðari lestur við lærdan háskúla. Orsøkin til hetta rokið var, at Jóan Karl, sum júst hevði lokið prógv á Fiskivinnuskúlanum við hægsta próvtali nakrantíð, ikki kundi verða innskrivaður at lesa fiskivinnu á lærda háskúlanum í Tromsø. Málið varð tikið upp á hægsta politiska stigi, har tað endaði hjá danska mentamálaráðharranum, sum fekk loyst málið soleiðis, at Jóan Karl slapp at lesa fiskivinnu á heimsins norðasta lærda háskúla í Tromsø.

Umstøðurnar at renna í Tromsø eru stak vánaligar. Einki renniumhvørvi er, og kavin og myrkrið eru ikki júst bestu viðleikararnir. Tí er tað ikki so løgið, at náttúrumenniskjað og veiðimaðurin Jóan Karl, er komin fram um rennaran Jóan Karl. Vit vóna tó at føroyska fiskivinnusamfelagið seinni fær gagn av vitanini hjá Jóan Karl, og at hann tá aftur fer at raðfesta frælsan ítrótt frammalaga.

Jóan Karl Veiðumaðurin Jóan Karl. Her eru tað harur. Men tað eru serliga sílini, sum fáa veiðiinstinktið uppá hægsta skala.

jkj-rennur-1
Evnini vóru til meira, men bert ta einu ferðina eydnaðist at renna undir 2 minuttir á yndisteininum 800 m. Tíverri fyri Jóan Karl kom rennibreytin í Havn í seinna lagi, og fekk hann tí ongantíð veruligt gagn av henni.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Christian Johannesen 31.03.14 - 14:44

Søgan aftanfyri hasa harumynduna, er at Jóhan Karl fekk eyga á 2 harur í senn, men fyrsta skotið var forbíð og tað næsta rakti. Hann leygi byrsuna frá sær og rann eftur hinari haruni og aftaná ein spurt uppá 200 metrar fangaði hann hana 🙂
Minningar ríkur túrur hatta har 🙂

Annars er hetta væl skriva. Hasin kúllurin ger alt 100% sum hann tekist við 🙂

Comments are closed.