Home Jólakalendari 2013 4 – gloymd søga. Rannvá Djurholm vann maratonrenning

4 – gloymd søga. Rannvá Djurholm vann maratonrenning

by Hallur Holm

Í gjár nevndu vit, at Jóan Karl var við, tá talentbólkurin bleiv stovnaður. Ein annar ungur rennari, sum var við tá, er Rannvá Djurholm. Rannvá var fastur fúsur til kappingar kring landið í nøkur ár, men nú eru nøkur ár síðani hon var at síggja í kappingum her heima. Renningini hevur hon tó ikki slept heilt, og tað verða til nakrar kilometrar hvørja viku. Eftir studentaskúlan fór Rannvá at sigla við trúboðaraskipinum Logos, og síðani hevur hon fyri tað mesta verið burturi í stóru verð, har hon m.a. hevur lisið í Ný Sælandi.

Tað var eisini á Ný Sælandi, at Rannvá 1. september í ár var við til North Shore Marathon í Auckland, North Island. 21 ára gamla Rannvá gjørdi einki mætari enn at vinna hesa kappingina. Tíðín hjá henni varð 3.34.14 tímar, umleið tríggjar minuttir framman fyri nr. 2. Hetta er ein rættiliga góð tíð hjá Rannvá, tá tikið verður við, at runnið varð á sera ymiskum undirlagi, m.a. á bøi og á strondini. Tað vóru umleið 100 luttakarar við í kappingini, harav 22 kvinnur. Um hetta er fyrstu ferð, at føroyingur vinnur maratonkapping uttanlands, dugi eg ikki at siga. Hetta er í øllum førum ikki gerandiskostur, og FÍF ynskir Rannvá tillukku við sigrinum.

Sum nevnt er Rannvá bert 21 ára gomul, og um hon hevur tíð og hug, kann hon gerast ein enn betri maratonrennari. Longu sum 17 ára gomul royndi Rannvá seg á fyrsta sinni á maratonteininum, tá hon við tíðini 3.44.55 gjørdist næsta kvinnan á mál í Tórshavn Marathon 2009.

Rannvá Djurholm
Rannvá Djurholm er ein av okkara bestu maratonrennarum

Úrslitalistin sæst her: http://results.racetiming.co.nz/resultdetails.php?t=c&cid=766

0 comment
0

Related Articles