Home Jólakalendari 2013 5 – Tá Trygvi knógvaði oyl-kravið

5 – Tá Trygvi knógvaði oyl-kravið

by Hallur Holm

Ikki allar jólasøgurnar eru líka gamlar, men hendan er so góð, at hon eigur at verða tikin við, um enn hon er rættiliga fesk enn. Tað var til Stórmót IR í Reykjavík í januar í ár, og Trygvi Laksafoss var væl fyri. Trygvi er sterkur leypari, og bæði í longdar-, hæddarlopi og trístøkki hevði hann ligið til at klára oyl-kravið til oyggjaleikirnar, sum vóru á Bermuda í summar. Longu til oyggjaleikirnar á Isle of Wight í 2011 var um reppið, at tann tá 17 ára gamli Trygvi knógvaði kravinum í longdarlopi.


Trygvi Laksafoss ger eitt stórt arbeiði sum venjari í Hvirluni. Her er hann avmyndaður á Bermuda.

Men nú var tað Stórmót IR, og nú var tað hæddarlop. Tíverri var luttøkan ikki stór í hesum bólkinum, har allir tríggir byrjaðu við at leypa um 162 cm í fyrsta lopinum. Annar íslendingurin kom upp um 167 cm í fyrstu royndini, meðan hin hevði tríggjar miseydnaðar royndir og reyk út. Trygvi valdi at bíða til yvirleggjarin kom á 172 cm. Nú vóru teir tveir eftir, og teir komu báðir upp um í fyrstu royndini. Á 177 cm rivu báðir í fyrsta umfari. Trygvi kláraði upp um í aðru royndini, meðan íslendingurin reyk út eftir tríggjar miseydnaðar royndir.

Nú var Trygvi einsamallur eftir, og hevði vunnið kappingina. Hann slapp tí, sum reglurnar fyriskriva, sjálvur at avgera næstu hæddina. Og her var lítið at ivast í. Oyl-kravið er 185 cm og har skuldi stongin leggjast. Hægsta góðkenda lopið hjá Trygva nakrantíð frammanundan var 175 cm, so hetta var ein rættiliga stórur biti at svølgja. Hallarspeakarin var greiður yvir støðuna, og fekk alla høllina upp at kóka. Og øll høllin helt ondini tá Trygvi leyp.

Trygvi við til Bermuda
Í høllini í Reykjavík. Her smýgur Tryvi sær lættliga um teir 177 centimetrarnar.

Hvussu leikur fór fram, sæst á hesum youtube-klippinum, sum Heri Ziska, venjari, hevur upptikið.

http://www.youtube.com/watch?v=HOCh8FHDTDM – ein av nógvum góðum løtum í føroyskum frælsum ítrótti.

Vónirnar um at røkka enn hægri á oyggjaleikunum vóru góðar, men eftir hetta fekk Trygvi drúgvan skaða í knæið, og hetta darvaði hansara fyrireikingum nógv. Á oyggjaleikunum varð Trygvi noyddur at seta av við skeiva beininum, og við tí í huga, var tað ótrúliga flott av honum hóast alt at koma upp um 175 cm tá. Trygvi venur nú aftur uttan skaða, og hann fer vónandi at klára krøvini at sleppa við til Jersey sterkari enn nakrantíð.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Marina Svabo 05.12.13 - 19:53

Hatta gloymi eg ongantíð, tað var sooo spennandi. Rætt er at øll høllin helt ondini tá Trygvi leyp, tað gjördist púra kvirt ta lötuna og stór var gleðin tá hann kláraði lopið 😀

Comments are closed.