Home Jólakalendari 2013 6 – Ólavur Herup Olsen 70

6 – Ólavur Herup Olsen 70

by Hallur Holm

Nú hevur jólakalendarin higartil einans snúð seg um yngra ættarliðið, men tað er als ikki meiningin, at bara tey ungu skulu sleppa upp í part. 29. oktober í ár fór ein úr eldra partinum av renniumhvørvinum um ein marknastein. Ólavur Herup Olsen gjørdist hendan dagin 70 ára gamal, og ætlanin var at bera honum eina føðingardagsheilsan tá. Ístaðin liggur Ólavur nú undir lúku 6 í jólakalendaranum.

Sum ítróttarmaður er Ólavur annars mest kendur frá fótbóltinum. Hann vardi málið hjá besta liðinum hjá B36 øll 60’ini og 70’ini, og var eisini fleiri ferðir úttikin til landsliðið. Tá Ólavur gavst við fótbóltinum, spældi hann badminton í nøkur ár, inntil ein dagin hann fekk ilt í økslina. Nú var eingin fótbóltur og einki badminton, men kroppurin skuldi røkjast. Tá byrjaði Ólavur so smátt við renningini, og hetta vant bara meira og meira upp á seg. So væl dámdi Ólavi renningina, at hann ongantíð aftur byrjaði regluligt badmintonspæl.


Hugni við vafflum og kaffi í B68-húsinum eftir eitt baldrut nýggjárshálvmaraton í 2003.

Herup-navnið man nokk vera tað kendasta eftirnavnið í føroyskari renning, og Ólavur varð tann fyrsti í einari langari røð av Herup-rennarum. Úr rúgvuni kunnu nevnast Jóngerð Herup Høgnesen, Jósvein Herup Olsen og ikki minst Bjørk Herup Olsen. Eisini sonur Ólavs, Rúni Herup Olsen gjørdi um seg á rennipallinum eina tíð, og harafturat vóru tveir bróðursynir Carl Herup Olsen og Rói Herup Olsen, ið sýndu framúr evni, og sum vunnu bæði flaggdagsrenningar og ólavsøkurenningar í barnarenningini.

Fyrstu kappingarnar Ólavur minnist, vóru tvær ½ maratonkappingar kring Kaldbaksfjørð og so ólavsøkurenningarnar. (uppkallaðar eftir Ólavi Kongi av Noregi – ikki Farodane)

Hugurin stóð eisini til at royna seg í maratonrenning, og fyrst í 90’unum rann Ólavur sítt fyrsta maraton í Keypmannahavn. Árið eftir var hann við í Berlin, og nú setti Ólavur sær sum mál, at renna eitt maraton árliga í ymiskum býum. Men arbeiðið sum stjóri í Fardane kravdi sítt, og Ólavur kom ikki avstað. Satt at siga, hevði hann nøkur ár seinni næstan slept ætlanini um yvirhøvur at renna maraton, inntil Tórshavn Marathon kom á breddan. Ólavur var við til fyrsta Tórahavn Marathon, og hevur síðani tá fingið níggju maraton afturat uppá loggið. Tey eru øll runnin her heima og í Keypmannahavn, uttan tað eina, sum var í Athen. So tað var Tórshavn Marathon, sum fekk Ólav í gongd aftur, og seinni gjørdist Ólavur sjálvur høvuðsfyriskipari av Tórshavn Marathon í tvey ár.

Í mars verður sum kunnugt HM í ½ maraton í Keypmannahavn, har út móti 200 føroyingar verða við í motiónsrenningini har. Og sjálvandi hevur Ólavur eisini teknað seg til hesa renningina. Tíverri hevur ein hælskaðið darvað renningina hjá Ólavi almikið í longri tíð, so hansara luttøka í mars má metast at verða ivasom.

FÍF ynskir Ólavi góða eydnu við venjingini og  hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum og nógv góð ár – renniár ella ikki – afturat. Takk fyri at tú umboðandi eldra ættarliðið altíð hevur víst okkum, at okkara ítróttur er fyri øll.


Ólavur kemur á mál í fyrsta Tórshavn Marathon. Ein kapping, sum hann seinni sjálvur stjórnaði.

 

0 comment
0

Related Articles