Home Jólakalendari 2013 7 – hvør var Albert Marni?

7 – hvør var Albert Marni?

by Hallur Holm

Hyggja vit í listan yvir føroysk met í renning hjá monnum, so síggja vit, at tað er eitt navn, sum gongur aftur og aftur. 800 m, 1.000m, 1.500 m, 2.000 m, 3.000 m, 5.000 m, 400 m hekk, 3.000 m forðarenning og 10 km á landavegi. Allarflestu met hansara eru sett árini frá 1992-94 tá Albert Marni, ella Marni sum hann eitur í Føroyum, hevði sínar bestu dagar. Seinast vit sóu Marnar so nøkulunda á toppinum, var í 1997, tá hann umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Jersey. Men tað er longu langt síðani, og av tí at Marni flestu árini hevur búð í Danmark, eru tað tey fægstu av okkara ungu, sum kenna nakað til Marna, annað enn eitt navn í metlistanum og kanska eisini á úrslitalistanum í ólavsøkurenningini, sum hann plagar at luttaka í, tá hann er heima á sumri.

Men hvør var Marni? Marni vaks upp í vesturbýnum í Havn, og gekk sera høgt upp í hondbólt. Hann var spælskipari á einum suverenum ungdómsliði hjá Neistanum, sum van FM hvørt árið, teir vóru eldri árgangurin. Eftir studentaskúlan fór Marni á ítróttarháskúla í Århus, og har møtti hann Hans Henrik Christensen, rennivenjara, sum seinni skuldi gerast fastur venjari hjá honum, og seinni aftur eisini hjá Guttorm Sørensen.

IMG_6493
Marni við á útferð við Oyggjaleikalandsliðnum í 1991

Eftir ítróttarháskúlan var Marni eitt ár í Føroyum. Hetta árið var aftur hondbóltsleikur á skránni, men í 1989 fór hann niður til Århus at lesa læknavísindi, og tá byrjaði renningin av álvara. Fyrstu oyggjaleikirnir hann luttók í vóru á Álandi í 1991. Hóast sera góð úrslit á 800 og 1.500 m, munaði hetta lítið móti sterku mótstøðuni. Hetta árið man hava verið tað sterkast í miðteinarenning yvirhøvur á oyggjaleikum. 13 av fimtan rennarum vóru undir 2.00 á 800 m, men við 1.58,89 reyk hann út við einum 6. plássi innleiðandi, og á 1.500 m mátti hann í beinleiðis finaluni taka til takkar við 8. pláss, hóast tíðin var so góð sum 4.01.

IMG_6488
Gutti, Hjalti og Marni luttaka her í 1900-staffettini tíðliga í 90’árunum. Hetta er ikki í movember, men av fríum huga.

Tvey ár seinni var Marni farin at renna eitt sindur longri teinar, og á Isle of Wight skuldi hann renna 3.000 m forðarenning og 5.000 m. Undan oyggjaleikunum hevði Marni runnið 14.55 min á 5.000, so vónirnar vóru góðar fyri heiðursmerki. Tá teir fóru út á seinasta umfar, vóru teir tríggir, sum skuldu kempa um plássini frá nr. 2-4. Vit vistu, at Marni var skjótur, so vit høvdu framvegis góðar vónir. Men hinir vístu seg eisini at vera skjótir menn, og hóast Marni rann seinasta umfarið umleið 60 sekund, mátti hann taka til takkar við 4. plássið við tíðini 14.57. Ein tíð, sum allar aðrar oyggjaleikir høvdu vunnið heiðursmerki – eisini gull.

So var tað 3.000 m forðarenning. Eisini her vóru fleiri sterkir rennarar við, og Marni megnaði ikki at fylgja teimum fremstu, men fekk tó móti endanum skapt sær eitt rímiliga trygt triðjapláss. Men so hendi eitt óhapp. Seinasti túrur um vatngrøvina, endaði við høvdinum í vatninum. Marni royndi at grulva upp aftur og koma í gongd, men fjórði maðurin nærkaðist nú skjótt. Lukkuliga gjørdi Marni so skjótt av, at hann megnaði at verja sítt triðja pláss, og harvið ogna sær sítt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki.

Marni fór eftir hetta at satsa uppá forðarenning, og á sumri í 1994, vann Marni bronsu til Danmarkarmeistarskapið við tíðini 9.08 min. Hetta er ikki bara føroyskt met, men tað úrslitið, sum telur mest av øllum føroyskum úrslitum í frælsum ítrótti, um vit hyggja eftir IAAF stigaskipanini.

IMG_6491
Marni hevur altíð nógv at fortelja. Her er tað umborð á ferjuni ávegis til Álands í 1991

Nógva venjingin við forðarenning endaði tíverri við einum sera álvarsamum knæskaða, sum setti ein stoppara fyri tá 26 ára gamla Marna. Oyggjaleikirnir á Gibraltar misti hann, og ikki fyrr enn 1996-97 byrjaði so smátt at líkjast aftur, og Marni kom við til oyggjaleikirnar á Jersey. Nú var tað 10.000 m og ½ maraton, sum var fyrsta kapping á leikunum. Marni fylgdi leingi við teimum fremstu, men dehydreraði móti endanum. Hann kom skinklandi inn á rennibreytina á triðja plássi, og skuldi renna 500 metrar. Tá var lítil ferð, og einki minnist hann um hetta. Men á mál kom hann, har hann sakk saman og bleiv tikin til viðgerð, har hann fekk saltvatnsdropp. Mistu bronsuna var hann sjálvandi sera harmur um, men brádliga kom róp í, tí nú vísti tað seg at føroska liðið hevði vunnið bronsu í sera javnari kapping við Jersey og Hetland. So hetta var eitt plástur á sárið, og enn eitt oyl-heiðursmerki. Marni kom ongantíð rættiliga fyri seg, og á 10.000 m gavst hann tá einir 2.000 m vóru eftir.

Marni er í dag serlækni í hjartasjúkum á sjúkrahúsinum í Ålborg. Hann rennur framvegis eitt sindur, og er við í Aalborg Atletikklub.


Marni er ofta at síggja til Ólavsøkurenningina – her í 2013

 

 

0 comment
0

Related Articles