Home Jólakalendari 2013 8 – Gloymd søga: Borgarhjørt vann DM á 5.000 m

8 – Gloymd søga: Borgarhjørt vann DM á 5.000 m

by Hallur Holm

Í dag er aftur ein søga, sum fór aftur við borðinum tá tað hendi, og varð ikki tikið upp á tungu her á heimasíðuni. Og aftur í dag er talan um føroying, sum býr í Danmark. 25. august varð DM kapping fyri veteranar hildin í Hvidovre, og her skuldi Borgarhjørt Holm royna seg á 5.000 m í bólkinum 45 – 49 ár. Úrslitið varð, at hon vann DM-gull við tíðini 19.55,49 min, ein tíð, sum hon var stak væl nøgd við.

Borgarhjørt, sum hevur búð niðri alt sítt vaksna lív, er vanliga at síggja til rennikappingar í Føroyum um summarið. Í 2003 umboðaði hon Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey, tá hon rann 10.000 m og ½ maraton. Á 10.000 m gjørdist hon nr. 5 við tíðini 39.01,6, sum var føroyskt met, og kom at standa í seks ár. Í kappingini á hálvum maraton rann  Borgarhjørt seg heilt fram í heiðursmerkjastríðið, og komin inn á rennibreytina spurtaði hon seg upp á triðja pláss. Tíverri visti hon ikki, at eitt heilt umfar skuldi rennast inni á breytini, og hon misti tí bronsumerkið aftur. Eitt gott plástur á tað sárið var tó, at hon saman við Rigmor N. Arge vann silvur í liðkappingini.


Borgarhjørt við DM-gullinum


Her kemur Borgarhjørt fremst á mál í kvinnurenningini í 2012

0 comment
0

Related Articles