Home Jólakalendari 2013 9 – Gloymd søga: Evald vann bronsu til NM

9 – Gloymd søga: Evald vann bronsu til NM

by Hallur Holm

Aftur í dag er ein gloymd søga í jólakalendaranum. Og aftur í dag er talan um luttøku í veterankapping. NM fyri veteranar varð hildið í Moss í Noregi seinast í juni mánaði, og á danska liðinum sást eisini kollfirðingurin Evald við Garð, sum sostatt gerst tann næsti kollfirðiringurin í jólakalendaranum. So tann kvotan er við at verða uppbrúkt nú.

Miðteinarennarin Evald hevði teknað luttøku á bæði 800 m og á 1.500 m í bólkinum 40 – 44 ár. Fyrst var 800 m á skránni, og Evald legði hart út, og hevði 1.14 min. á 500 metrum og lá tá á odda. Men so bleiv krútið uppi, og ferðin dalaði rættiliga fitt, og tíðin gjørdist 2.07,10 min. Evald megnaði tó at halda fast um eitt heiðursmerkjapláss, og endaði við at vinna bronsu. Dagin eftir, 29. juni, var 1.500 m á skránni. Her endaði Evald á fjórða plássi. Hetta var Evald eitt sindur argur um, tí tað kundi eins væl endað við einum heiðursmerki afturat. Hesuferð runnu teir samstundis sum bólkurin 35 – 39 ár, og hetta skapti so mikið av ruðuleika, at Evald misti yvirlitið og eisini bronsumerkið, sum hann helt seg hava góðan møguleika til. Tíðin gjørdist 4.31,69 min.


Evald legði hart út, og førir í kappingini á 800 m. Tá saman um kom, stóð hann við bronsuni.

Evald við Garð hevur bert umboðað Føroyar ta einu ferðina á oyggjaleikum. Hetta var á Guernsey í 2003, har hann rann 800 m. Her eydnaðist honum við 2.02,46 at renna seg í finaluna. Í finaluni satsaði Evald sera hart , og kom at gjalda prísin fyri tað. Tíðin gjørdist 2.09,67 min.

 

 

 


Evald við Garð til oyggjaleikirnar á Guersney í 2003

0 comment
0

Related Articles