Home Kast Øssur Debes Eiriksfoss 2 føroysk met leygardagin!!

Øssur Debes Eiriksfoss 2 føroysk met leygardagin!!

by Hallur Holm

Vit hava seinnu árini hoyrt um so mong føroysk met í frælsum ítrótti. Men nærum hvørjaferð hava tað verið kvinnumet, sum hava staðið fyri skotum. Serliga er tað Bjørk Herup Olsen, sum hevur sett eitt hav av metum, men eisini Rigmor N. Arge,  Rebekka Fuglø, Joan Bláfoss, Randi Kúrberg, Ingibjørg Poulsen og Mona Breckmann hava sett met seinnu árini.

Hjá monnunum hinvegin, hava føroysk met verið sum lundi á jólanátt. Seinasta metið er hjá Rógva Højgaard í spjótkasti, og tað er frá 2007. Síðani skulu vit heilt aftur til metini hjá Heina Hátún: kúlustoyt í 2004 og so metini á 100, 200 og 400 metrum frá 2001 til 2003.

Leygarmorgunin skipaði Hvirlan fyri opnari kapping á Tórsbreyt, har tríggjar kappingargreinar vóru á skránni. Í tveimum av kappingunum, hæddarlopi og trístøkki, hevur verið lítið kappast í Føroyum. Men leygarmorgunin var fitt av luttakarum til kappingarnar, og millum teirra vóru eisini bæði Daniel Djurhuus Rein og Øssur Debes Eiriksfoss, sum báðir hava lopið omanfyri føroyska metið í hæddarlopi til venjingar. So spennandi var um metið fór at vera tikið, og eisini um hvør teirra skuldi taka tað.

Tað gjørdist Øssur, sum tók metið, ið frammanundan var 175 cm. Hann kom upp um 176 cm í fyrstu royndini, hóast hann streyfaði yvirleggjaran. Tað gekk als ikki eftir vild hjá Daniel, sum endaði á 171 cm. Øssur, sum er ein av okkara frægu fimleikarum, tók metið frá einum øðrum fimleikara, nevnliga Helga Winther Olsen, sum til oyggjaleikirnar í 2001 vann 7 gullmerki. Øssur valdi at halda fram við 180 cm eftir at metið var tikið. Og hóast hann serliga í aðru royndini var sera nær við, so endaði hann við at vinna við 176 cm, ella ein cm hægri enn gamla metið.

At tað er ein fyrimunur at hava ein fortíð í fimleiki í kappingum í frælsum ítrótti, kom eisini til sjóndar, tá farið var undir kappingina í trístøkki. Metið upp á 12,86 m átti longdarleyparin Ási Mikkelsen, men tað lá í luftini, at her vóru tveir, sum kundu hótta tað. Og longu eftir fyrsta umfar varð spenningurin staðfestur. Daniel Djurhuus Rein leyp 12,67 og Øssur Debes Eiriksfoss leyp 12,74. Eftir hetta gekk minni væl hjá Daniel, meðan Øssur bara økti. Og í triðja lopinum hendi tað. 13.08 og akkurát góðkendur vindur (+1,9) Nýtt føroyskt met – tað næsta á degnum! Í fimta lopinum kom Øssur heilt út á 13,25 m, men hesuferð var vindurin ov nógvur (+2,4) til at metið kann góðkennast. Eftir er bert at vóna, at Øssur fer at gera meira við frælsa ítróttin, tí har er enn so nógv meira at heinta!

Triðja kappingin leygardagin (tað var faktiskt tann fyrsta) var kappingin í diskoskasti. Og her var ikki hvør sum helst møttur til start. Danmarksmeistarin Peter Berling, sum í ár hevur kastað heilar 54 metrar var komin til Føroya at kasta, av tí at ein kapping í Helsingborg varð avlýst. Undan kappingini hevði Peter lovað okkum eitt breytarmet, og hann livdi eisini upp til tað við einum kasti uppá 49,76. Hetta er eisini ein metur longri enn føroyska metið, so sigast má, at støðið hendan dagin var óvanliga høgt. Heri Ziska kastaði eisini rímiliga væl og bleiv nr. 2 við 41,39. Uttan at vita hetta, giti eg, at hetta er fyrstu ferð síðani oyggjaleikirnar í Føroyum, at Heri ikki er farin heim sum sigursharri eftir eina diskoskapping í Føroyum.

Samanumtikið kann ikki sigast annað, enn at hetta gjørdist dagur í viku. 2 føroysk met, og í triðju kappingini gjørdist vinnaraúrslitið eisini betri enn føroyska metið. Hetta var so tann seinasta av einari røð av opnum kappingum, sum Hvirlan hevur skipað fyri. Øll úrslitini umframt eitt youtube klipp frá metinum í hæddarlopi liggur á www.hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles