Home Kast 24 ár, 12 oyggjaleikir og 14 heiðursmerki

24 ár, 12 oyggjaleikir og 14 heiðursmerki

by Hallur Holm

Aftur í kvøld fingu føroysku íðkararnir á Bermuda fram úr góð úrslit. Og aftur í kvøld kom eitt heiðursmerki! Og tað var eingin annar enn veteranurin Heri Ziska, sum í kvøld vann sítt 14. heiðursmerki í oyggjaleikahøpi. Heri var fyrstu ferð við á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989  sum nýbyrjaðaur klingrukastari. Tvey ár seinni hevði hann longu kastað seg yvir kastiítróttin, men vegna skúlagongd lá ikki fyri at fara til oyggjaleikirnar á Álandi í 1991. Á Isle of Wight í 1993 vann Heri sítt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki, og síðan hevur hann ikki verið til at støðga aftur nú hann luttekur á 12 sinni. Her er eitt yvirlit yvir hansara einastandandi úrtøku í oyggjaleikahøpi:

  • 2 gull – klingrukast 1999 og 2003
  • 3 silvur – klingrukast 1995 – 1997 og hamarakast 1995
  • 9 bronsu – klingrukast 1993 – 2001 – 2007 – 2013, hamarakast 1997 – 1999 – 2001 og kúlustoyt 1995 og 1997

Ikki bara hevur Heri verið undangongumaður innan kast í Føroyum. Hann hevur eisini sett við eitt størri herlið av ungum íðkarum innan allar greinarnar í frælsum ítrótti!

Yndisgreinin hjá Hera hevur allar tíðir verið klingrukast. Men tað er nú rættiliga long tíð liðin síðani hann setti føroyska metið,  48,50 m. heilt afturi í 1994. Kortini kann skjótt 46-ára gamli Heri við úrslitum um 40 metrar framvegis kappast í stuttliga endanum í flestu kappingum – oyggjaleikir íroknaðir. Hesuferð var hann við 39,77 beint undir, men hetta rakk kortini  so ríkiliga til eitt pláss á skamlinum sum bronsuvinnari – tað áttanda heiðursmerkið í klingrukasti.


Heri á skamlinum við sínum 14. oyl-heiðursmerki. Frælsur Ítróttur Føroya ynskir hjartaliga tillukku!

 

0 comment
0

Related Articles