Leygardagin var ikki bara ársins fyrsta rennikapping. Á Tórsbreyt royndu eisini nakrir kastarar seg í stilla men ísakalda vetrardegnum. Í fjør sóu vit hvussu fleiri ungar Hvirlugentur gjørdu risaframstig í kastigreinunum. Kappingin leygardagin staðfestir, at genturnar so avgjørt ikki hava ligið á løtu síðuni, síðani kappingarárið endaði í september.
Tvørtur ímóti hava tær hildið støðið og reiðiliga tað. Vit fingu enntá trý nýggj bólkamet á degnum. Allar hesar fimm genturnar, sum kappaðust leygardagin, eru partur av gentukastibólkinum, sum Úrval hevur latið stuðul til.
Fyrsta bólkametið á degnum átti Guðrið K. Petersen. Talan var um forbetring uppá meira enn 10 metrar!! Hetta er fyrsta árið Guðrið kastar við 4 kilo-kúluni.
Í næstu kappingini kom næsta bólkametið. Tað var Helena Svabo Ziska, sum legði klingruna ein lítlan metur longur út enn navnframa Marita K. Petersen gjørdi á sumri 2015.
Triðja bólkametið kom í triðju kappingini. Aftur var talan um risastórt met, tá Lydia Simonsen legði tríggjar metrar afturat gamla bólkametinum.
Fjórða bólkametið kom ikki í fjórðu kappingini. Men tað er nokk bara ein spurningur um tíð, áðrenn Sunniva Bogadóttir fer fram um Maritu K. Petersen, sum jú var og er ein sera evnaríkur spjótkastari.
Og eydnast tað ikki Sunniva at taka bólkametið, so er lítið at ivast í, at evnaríka Elin Niclasen er klár at gera tað
Venjarin var sera væl nøgdur við úrslitini, sum hann metir eru nógv darvað av kuldanum hendan dagin. Vit eiga øll at fegnast um at kvinnukastingin er í blóma sum ongantíð fyrr, og vit kunnu vænta okkum eitt sera spennandi summar við hesum og øðrum dygdargóðum kastarum.
Øll úrslitini síggjast HER
Grein á heimasíðuni hjá Hvirluni kann lesast HER