Home Kast Enn eitt føroyskt met til Randi Kúrberg

Enn eitt føroyskt met til Randi Kúrberg

by hziska

Kappast var undir sera torførum veður umstøðun á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn mánadagin 9. apríl.

Randi var tann, sum fekk mest burturúr torføru veðurumstøðunum, tá hon longu í fyrstu grein kastaði spjótið 34.52 m og betraði harvið um føroyska metið við 44 cm. Randi átti sjálv gamla metið. Randi kastaði eisini hamarin 34.53 m, ið er hennara triðjbesta úrslit nakrantið.

Av øðrum úrslitum, sum eru verd at nevna, er at Heri Ziska kastaði 43.20 m í diskuskast. Tað er longur enn oyggjaleikakravið, og hevði tað eisini rokki til eitt heiðursmerkið á seinastu oyggjaleikum.

Útslitini vóru:

Spjótkast
Randi Kúrberg 34.52 m FM
Rógvi Højgaard 47.97 m

Hamarkast
Randi Kúrberg 34.53 m
Heri Ziska 43.42 m

Diskuskast
Heri Ziska 43.20 m

Kúlustoyt
Randi Kúrberg 7.99 m
Rógvi Højgaard 8.85 m
Heri Ziska 11.16 m

0 comment
0

Related Articles