Home Kast Føroyskt met á Tórsbreyt

Føroyskt met á Tórsbreyt

by hziska

Tað vóru nógv góð úrslit tá kappast var um føroyameistaraheitið fyri ung í diskoskast og hjá teimum vaksnu í vektkast og kasti 5-kamp. Tað vóru ellivu luttakarar úr trimum feløgum hjá teimum ungu og seks hjá teimum vaksnu, allir úr Hvirluni.

20090829-FM-0010

Besta úrslit á degnum stóð Randi Kúrberg fyri tá hon enn einaferð setti føroyskt met. Hesaferð setti hon met í kasti 5-kampi við 2702 stigum. Annars fóru so at siga øll heim við minst einum persónligum metið í dag.

Øll úrslitini síggjast her.

Fleiri myndir koma á www.hvirlan.fo.

0 comment
0

Related Articles