Eftir at Randi Kúrberg leingi hevur verði nær við at betra sítt egna føroyska met, so gjørdi hon ikki mætari enn at betra tað tvær ferðir í kapping í Tórshavn í vikuskiftinum. Hon betraði harumframt føroyska metið í kasti 5-kampinum.
Fyrsta grein í kasti 5-kamp er hamarkast, og har legði Randi út við at kasta hamaran 37.31 m, ella bara 11 cm styttri enn føroyska metið hon setti í Lyngby í fjør. Annað og triðja kast betraðu ikki hennara støðu, men í fjóra kasti betraði hon sítt føroyska met við precist ½ m tá hon kastaði hamaran út á 37.92 m. Í fimta kom so perlan, tá hon kastaði hamaran út á 39.79 m. Síðsta kast var eisini omanfyri gamla føroyska metið hjá henni.
Í kasti 5-kampinum var málið eisini eitt føroyskt met, og byrjanin var góð, men í kúlustoyt og diskuskast misti hon nakað í mun til verðandi føroyska met. Í vektkast setti hon tó persónligt met, so tá hon í spjótkast aftur misti eitt vet í mun til gamlað metið, so var spenningurin stórur tá talt var saman. Men tað vísti seg at hon hevði betra sítt egna ársgamla føroyska met við 40 stigum, so tað nú er 2690 stig.
Úrslitini vóru:
Hamarkast:
Navn | árg. | felag | reiðskap | Longd | |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 4,00 kg | 39,79 m | Føroyskt met |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 7,26 kg | 41,44 m | |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 7,26 kg | 29,95 m |
Kúlustoyt
Navn | árg. | felag | reiðskap | longd |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 4,00 kg | 8,45 m |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 7,26 kg | 10,66 m |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 7,26 kg | 8,45 m |
Diskuskast
Navn | árg. | felag | reiðskap | longd | |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 1.00 kg | 19.31 m | |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 2.00 kg | 41.00 m | |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 2.00 kg | 32.52 m | Persónligt met |
Vektkast
Navn | árg. | felag | reiðskap | longd | |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 9.00 kg | 10,07 m | Persónligt met |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 15.00 kg | 13,50 m | |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 15.00 kg | 9,01 m | Persónligt met |
Spjótkast
Navn | árg. | felag | reiðskap | longd |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 600 g | 29,25 m |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 800 g | 49,38 m |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 800 g | 25,72 m |
samalagt – Kasti 5-kamp
Navn | árg. | felag | úrslit | |
Randi Kúrberg | 1972 | Hvirlan | 2690 stig | Føroyskt met |
Heri Ziska | 1967 | Hvirlan | 2840 stig | |
Rógvi Højgaard | 1983 | Hvirlan | 2370 stig | Persónligt met |