Home Kast Føroyskt met í hamarkasti hjá Kvinnum

Føroyskt met í hamarkasti hjá Kvinnum

by athletic

randi
Randi setti met í hamarkasti við 35,40 m

Bragdið skipaði fyri kastikapping á kastivøllinum við Eysturskúlan leygardagin 24. februar. Veðrið var av tí besta, og tað sáðst eisini á úrslitunum.

Dagsins úrsliti stóð Randi Kúrberg, Bragdið, fyri, tá hon kastaði hamaran út á 35.40 m. Hetta er nýtt føroyskt met. Tað gamla, ið var 35.14 m, átti hon sjálv, og var tað sett í finaluni á oyggjaleikunum í Hetlandi.

Eitt annað merkisvert úrslit var, at Rógvi Højgaard, Bragdið, kastaði 51.92 m í spjótkast, hóast kastini ikki vóru eins góð tekniskt, sum tey plaga at verða.

Heri Ziska, Bragdið, kastaði hamaran út á 45.49 m, ið vísur at hann hevur stabilisera seg á einum støði, ið er væl omanfyri tað, hann hevur kasta seinnu árini. Úrslitið hjá Hera er aftur hesa ferð longur enn oyggjaleikakravið í hamarkast og eisini longur, enn bronsuvinnarin kastaði á seinastu oyggjaleikunum.

Úrslitini vóru:
Hamarkast
Heri Ziska Bragdið 45.49 m
Randi Kúrberg Bragdið 35.40 m

Spjótkast
Rógvi Højgaard Bragdið 51.92 m
Randi Kúrberg Bragdið 29.90 m

Diskuskast
Heri Ziska Bragdið 39.67 m

Kúlustoyt
Randi Kúrberg Bragdið 8.35 m

0 comment
0

Related Articles